Munurin millum rættingarnar hjá "Jóansøka"

Content deleted Content added
sNo edit summary
No edit summary
Linja 1:
[[Mynd:Faroese girls in costume.jpg|thumb|250px|Tríggjar pisur í Vági.]]
'''Jóansøka''' (á [[Danskt (mál)|donskum]] ''Sankt Hans'') er høgtíð á miðsumri, [[24. juni]]. Jóansøka eitur eftir [[Jóhannes Doyparin|Jóhannesi Doyparanum]] í [[Bíblian|Bíbliuni]]. Sambært [[Lukasar evangelium]] kap. 1, v. 36 var Jóhannes 6 mánaðir eldri enn [[Jesus]], og soleiðis er føðingardagurin ásettur til [[24. juni]].
 
Í grannalondum okkara, eitt nú í [[Danmark]], er siður at brenna bál á jóansøku - og ofta er málið prýtt við eini dukku, ið skal ímynda eina heks. Hesin siður at brenna bál hevur uppurnaliga til endamáls at styggja tað ónda burtur. Við eini "heks" á bálinum er hetta gjørt meira ítøkiligt. Siðurin at brenna jóansøkubál er nýggjur í Føroyum, men hevur í hvussu er verið vanligur seinnu árini - sum eitt hugnaligt og sosialt tiltak eitt góðveðurskvøld.
 
At [[Stevnur í Føroyum|stevna]] verður hildin í [[Suðuroy]]nni er ikki so gamal siður; byrjanin til jóansøku varð, at suðringar í [[1923]] avgjørdu at halda [[ólavsøka|ólavsøku]] á [[Tvøroyri]]. Møguliga komst hetta av, at arbeiðsgevarum ikki dámdi, at stórur partur av arbeiðsstyrkini rýmdi til [[Tórshavn|Havnar]] í fleiri dagar á hvørjum ári. Árið eftir, í [[1924]], broyttist tíðspunktið fyri jóansøkuni kortini til síðst í [[juni]], samstundis sum danir halda [[Skt. Hans]].