Munurin millum rættingarnar hjá "Noreg"

12 bytes løgd afturat ,  10 ár síðan
s
r2.7.3) (bottur broytur: lad:Norvejia; kosmetiske ændringer
s (r2.6.4) (bottur leggur aftrat: lez:Норвегия)
s (r2.7.3) (bottur broytur: lad:Norvejia; kosmetiske ændringer)
{{Infoboks Land|
uppruna_navn = Kongeriket Norge/Noreg<br />Kongsríki Noreg|
navn = Noreg|
mynd_flagg = Flag of Norway.svg|
Fram við norsku vesturstrondini er veðurlagið ikki so ólíkt tí í [[Føroyum]], kortini er tað ikki so skiftandi sum her. Vetrarnir eru oftast heldur lýggir, og mesta avfallið fellur niður sum regn. Hetta ger Golfstreymurin, sum rekur norður við allari strondini, hann hevur lýkku í sær, og havættirnar verða tí ikki so kaldar. Sumrini kunna ofta vera heldur vátlig, og sjáldan eru tey heilt heit. Veðurlag sum hetta kallast ''strondveðurlag''.
 
Á eysturlandinum er veðurlagið øðrvísi, har eru vetrarnir kavamiklir og harðir, men sumrini eru heit. Hetta er ''landveðurlag''. Norðast í Noreg er veturin eisini harður, 30-35 &nbsp;°C (-22 til -31 °[[Fahrenheit|F]]) kuldastig er ikki óvanligt, og ofta legst ógvuligur kavi niður, men kortini plagar ísur ikki at forða fyri siglingini. Ofta ganga strangir stormar, sum gera nógv um seg. Annars halda teir, at tað er væl lýggjari í Norðurnoreg, enn tað var fyri einum 100 árum síðani. Eplir og røtur vaksa heilt norðuri í [[Finnmark]]ini, og í teimum veðurgóðu dølunum veita teir ikki sørt av korni. Har norðuri stendur sólin um hásummarið á luftini alt samdøgrið, men mitt í [[november]] hvørvur hon og sæst ikki aftur í tveir mánaðir.
 
[[Sjógvur]]in við Noregs strendur hevur almikla ávirkan á veðurlagið í landinum. Flógvur sjógvur rekur úr [[Atlantshav]]i í bæði Pólhav og Noregshav og ger lýggjari veðurlag. Veðurlagið er skiftandi, landið er stórt, og jarðfrøðiligu viðurskiftini eru ymisk. Høgu fjallaryggirnir gera, at avfallið er nógv á Vesturlandinum, og veðurlagið er meira støðugt á Eysturlandinum.
 
* '''Breiddarstig'''. Jú longri norðuri, jú kaldari.
* '''Hæddin oman sjóvar'''. Tað verður umleið 0,6 &nbsp;°C (32°[[Fahrenheit|F]]) stig kaldari hvørjar 100 m., vit koma upp í fjøllini.
* '''Teinurin frá strondini'''. Jú nærri strondini, lýggjari er veturin.
 
[[ky:Норвегия]]
[[la:Norvegia]]
[[lad:NoruegaNorvejia]]
[[lb:Norwegen]]
[[lez:Норвегия]]
14.818

rættingar