Munurin millum rættingarnar hjá "Marokko"

Content deleted Content added
AvocatoBot (kjak | íkøst)
s r2.7.1) (bottur broytur: vep:Marok
Linja 52:
 
== Søga ==
 
Berberfólkið var upprunafólkið í Útnyrðingsafrika. Berberfólkið tók við [[Islam|muslimskari]] trúgv, tá ið arábar løgdu [[Afrika|Norðurafrika]] undir seg í [[7. øld]]. Summi berberfólk vóru flakkfólk, summi vóru bøndur. Í Marokko byrjaði ein bólkur av ógvuliga gudsrøknum berberum heilagt kríggj at umvenda grannatjóðir sínar til gudrøknar muslimar. Teir bygdu sær høvuðsstað í [[Marrakech]], sum gjørdist av størstu býum í Norðurafrika. Langar og breiðar gøtur við sølubúðum, ella ''basarum'', sum teir nevndu tað, vórðu til í [[Marrakech]], tí at handilsmenn komu hagar við vøru úr øllum almoravitaríkinum. Gøturnar í býnum uddu í handilsmonnum og trælum teirra, gøtuseljarum, tænarum, biddarum og handverkarum. Herovastin hjá berberum [[Abu Bakr]] stóð á odda fyri einum heri av viðhaldsmonnum, kallaðir ''almoravitar'', ið fór suðureftir og gjørdi innrás í [[Gana]]. Í 1076 tóku teir høvuðsstaðin [[Kumbi]].
 
Systinabarn Bakrs [[Yusuf ibn Tasjfin]] vaks um Almoravitaveldið og legði alt Norðurafrika undir seg og helt síðan leiðina fram til [[Spania]], har hann vann sigur á [[Kristindómur|kristnum]] herdeildum, sum hóttu sponsku muslimarnar. Í 1100 var alt tað muslimska Spania lagt afturat Almoravitaríkinum. Almoravitaríkið í Norðurafrika og Suðurspania stóð ikki leingi. Í 1120-árunum kyknaði ein onnur [[Átrúnaður|átrúnaðarlig]] berberrørsla, almohatar, í Marokko. Teir løgdu almoravitarnar í [[Spania]] undir at liva í marglæti. Oddamaður teirra [[Ibn Tumart]] savnaði teir í sterkan her. Við Abd al-Mumin kaliffi á odda tóku teir [[Marrakech]] frá almoravitum í 1147, og seinni løgdu teir undir seg Marokko og muslimska partin í [[Spania]]. Í 1163 hevði Abd al-Mumin fingið valdið yvir meginpartinum Norðurafrika eystur at [[Libya]]. Almohatar ráddu í Spania í eini 60 ár, men í 1212 máttu teir lúta fyri Alfonso 8. í bardagnum við [[Las Navas de Tolosa]].
 
[[Spania]] hevði síðan [[16. øld]] havt tvær støðir á strondini við [[Miðjarðarhav]]. Tær vóru grundin til, at partur í Marokko gjørdist [[Spania|spanskt]] varðland í [[1912]]; eftir tað tóku [[spania]]menn seg inn í [[Riffjøll]] fyri sunnan. Har fingu teir mótstøðu frá [[berbum]], sum búðu í [[Rif]]. Við [[Mohammed Abd-el-Krim]] á odda vunnu [[berbar]] á einari [[Spania|spanskari]] herdeild við [[Anual]] í [[1921]], og teir tóku tveir havnabýir, so at teir kunda útvega sær vápn og aðra hernaðarútgerð. Ikki fyrr enn berbar lupu á [[Frakland|franska]] varðlandið í Marokko, eydnaðist [[Frakland|fronskum]] og [[Spania|sponskum]] herdeildum í felag at vinna á teimum í [[1925]].