Munurin millum rættingarnar hjá "Tvøroyrar kirkja"
Content deleted Content added
Draftbooks (kjak | íkøst) No edit summary |
sNo edit summary |
||
Linja 1:
[[Mynd:Tvøroyri.13.jpg
'''Tvøroyrar kirkja''' er [[Føroyar|føroysk]] [[Fólkakirkjan|fólkakirkja]] i [[Suðuroy]], sum var bygd í 1908. Talan er um eina norska trækirkju, sum var bygd í [[Noreg]]i, og síðan flutt til Føroya og reist á grótgundina á Tvøroyri. Ætlanin var upprunaliga, at kirkjan skuldi vera ein grótkirkja, men tað fór at gerast ov kostnaðarmikið, og so endaði tað við at gerast ein trækirkja. Áðrenn arbeiði fór í gongd hevði A/S J. Mortensen Eftf. bjóðað sær at geva alt byggitilfarið um kirkjan varð gjørd úr timburi
== Kirkjan í Valinum á Tvøroyri ==
Kirkjan sum nú stendur á Tvøroyri er ikki tann fyrsta. Ein kirkja varð bygd í [[Froðba]] í 1836, men av tí at Tvøroyri vaks og fleiri og fleiri fólk búsettust har, so var tørvur á einari kirkju har, og tí varð kirkjan flutt úr Froðba inn á [[Tvøroyri]]. Hon stóð tá mitt í Valinum, sum staði eystanfyri sjúkrahúsið verður nevnt. Har stóð kirkjan til tann nýggja varð bygd, tá varð gamla kirkjan tikin niður og flutt til [[Sandvík]]ar og bygd upp aftur har í 1908, og har stendur hon enn.
== Keldur ==
<references/>
[[Bólkur:Suðuroy]]
|