Munurin millum rættingarnar hjá "Hvalba"

Content deleted Content added
No edit summary
Linja 13:
 
Hvalba liggur norðantil á [[Suðuroy]]nni. Eitt eykenni fyri Hvalba er at tað eru atkomumøguleikar sjóvegis bæði eystan- og vestantil. Á vestursíðuni er tað [[Fiskieiði]] ella [[Hvalbiareiði]]. Her varð gjørt eitt stórt arbeiði fyrst í [[20. øld]] fyri at bøta um atkomumøguleikarnar. Á eystursíðuni eru tríggjar keiðir. Tveir smábátahylar og ein hylur til skipini, sum hoyra heima í Hvalba.
 
== Fornfrøði ==
 
Lendið, ið nevnt verður ''á Bønhúsfløtu'', liggur uttanfyri býlingin í Nesi í Hvalba. Lendið liggur niðan frá bakkanum, vestur frá [[Fleksá]]. Nýggja skrásetingin hjá [[Føroya Fornminnissavn]]i hevur víst, at tað á Bønhúsfløtu finnast nógv fleiri fornar bústaðaleivdir enn bert tað, ið hildið var at vera eitt bønhús, soleiðis sum søgur hava gingið frá. Í [[1905]] varð lendið, ið lá uttangarðs, lagt inn til eina trøð. Garðar vórðu laðaðir bæði niðan við Fleksá, eystan fyri Fløtuna og niðan við einum áarløki í einum gili fyri vestan. Sethúsini, har fólk settust á trøðna, standa enn uppi ovarlaga í lendinum. Hildið varð, at henda fløtan, sum tá lá í haga, var nakað fyri seg, eins og mannahond hevði verið á. Tað hevur leingi verið [[Føroya Fornminnissavn]]i greitt, at sjónligar bústaðaleivdir eru niðast á bakkanum á Bønhúsfløtu í Nesi. Tó, nú tykist havið av álvara at máa bakkan, og tí eru hesar leivdir rættiliga hóttar. Á vári [[2008]] boðaði eigarin av Bønhúsfløtuni Fornminnissavninum frá, at tað í [[februar]] 2008 hevði verið nógvur landnyrðingsuppgangur - hegn og ein gomul smoga, var farið og slættað niður. Nú stóð bakkin manshøgur frá mølini upp á svørðin. Eisini varð sagt, at ymist var at síggja í bakkanum, ið helst mundi vera gjørt av mannahond, umframt tað, at har var eitt hol inn í bakkan, einar 1,5 m. undir svørðinum, ið var fylt við fliðum og onkrum beinum. Tað var serliga tann innari parturin av bakkanum, har líkt var til, at eitthvørt fjaldi seg undir svørðinum, og sum kundi vera ein toft, ið mest var máað burtur av.
 
== Landafrøði ==