Munurin millum rættingarnar hjá "Eiturkoppur"

Content deleted Content added
No edit summary
sNo edit summary
Linja 10:
}}
 
'''Eiturkoppur''' (frøðiheiti: ''Araneae'') er lítið áttaføtt kykt. Nógvir gera sær nót at veiða [[flugur]]. Eiturkoppur eru [[liðadýr]]; men ikki [[skordýr]] - teir hava átta bein og eru [[spunarar]]. Leivdir av [[dýr]]um, sum líkjast eiturkoppum, eru funnar úr [[devontíð]]ini, tá ið fyrstu [[skordýr]]ini krupu upp á land. Fyrstu veruligu eiturkopparnir eru úr [[koltíð]]ini (300-290 m.á.s.), til dømis [[Grephorus]]. Eiturkopparnir eru lítið broyttir, síðan teir vórðu til. Sum eiturkoppasløgini nú á døgum hevði [[Grephorus]] spunavørtir, og úr teimum kemur silkievni, ið storknar til tráð. Av hesum tráði verður spunnið lokkanetið, sum [[flugur]] og onnur [[skordýr]] renna seg í. Næstan allir eiturkoppar eru etrandi. Kanska er tað tí, at so nógv ræðast teir. Av teimum 35 000 sløgunum, sum eru til, eru bert umleið 30 vandamikil fyri okkum – og tey sløgini eru ikki í [[Føroyum]]. Teir vandamiklastu eru brasiliansku fuglaeiturkopparnir. Teir sníkja seg ofta inn í hús og krógva seg í myrkum krókum. Kanska í einum skógvi ella í einum skápi. Teir eru skild í nógvum ólukkum á hvørjum ári.
 
[[Purluthærda tarantellan]] er stór sum manshond.