Munurin millum rættingarnar hjá "Tvøroyrar Bóltfelag"

Content deleted Content added
Linja 56:
[[Mynd:Stadion Tvøroyri.jpg|thumb|Fótbóltsvøllurin á Sevmýri]]
[[Mynd:TB 2012.jpg|thumb|TB aftur í bestu deildini, fyrsti dysturin varð leiktur móti Víkingi hin 25. mars 2012 í Vági, tí nýggi vøllurin í Stópunum ikki var liðugur.]]
Síða TB varð stovnað og til [[16. oktober|16. okt.]] [[2010]] hevur TB spælt fótbólt á vøllinum á Sevmýri. Vøllurin var blivin skeivur og leyk ikki altjóða krøv. Hann bleiv ikki góðkendur til at spæla fótbólt í vaksnamanna deildum í 2011. Hin 16. oktober 2010 varð seinasti dystur leiktur á [[Sevmýri]], TB, sum tá spældi í 1. deild, spældi ímóti [[NSÍ]] og vann dystin 5-2. Í apríl Í 2011 var heimavøllurin hjá TB [[Á Skørinum]] í [[Hvalba]]. <ref>[http://www.sudurras.info/519 Sudurras.info]</ref> Nýggjur fótbóltsvøllur er gjørdur inni í [[Trongisvágur|Trongisvági]] beint eystanfyri [[Høllin í Trongisvági|høllina í Trongisvági]].<ref>[http://www.portal.fo/?lg=77273 Portal.fo]</ref> Arbeiðið við at gera vøllin í Trongisvági byrjaði í 2011 og væntaðist liðugt áðrenn kappingin byrjaði um mánaðarskiftið mars/apríl 2012 ella í seinasta lagi tá TB fyllir 120 ár 13. mai 2012. Vøllurin bleiv tó ikki klárur til fyrsta landskappingardystin, og teir fyrstu heimadystirnir hjá TB blivu tí spældir á Eiðinum í Vági. Til dystin móti B36 var sjálvur vøllurin liðugur,<ref>[http://www.tb.fo/?p=8358 TB.fo, Hvar vitja føroyameistararnar]</ref> men hann bleiv ikki góðkendur, m.a. tí at har manglaðu 300 sitipláss, sum er eitt krav til øll feløgini, sum hava lið í bestu fótbóltsdeildini hjá monnum, TB mátti sostatt spæla dystin móti B36 í Vági. Flaggdagin 2012 var arbeiði við at seta 300 setur við at vera liðugt og 27. apríl varð vøllurin so góðkendur til fótbóltdystir í bestu mansdeildini, ella í hvussu so er fekk TB loyvi til at spæla dystir í bestu deildini á nýggja vøllinum. Fyrsti landskappingardystur í Effodeildini verðurvar dysturin millum TB og ÍF, sum verðurvarð leiktur sunnudagin 29. apríl 2012.<ref>[http://www.sudurras.info/13756 Sudurras.info, TB-ÍF við Stórá]</ref> TB vann henda fyrsta dystin 1-0.
 
== Keldur ==