Munurin millum rættingarnar hjá "Fílabeinsstrondin"

Content deleted Content added
Stovnaði síðu við "{{Infoboks Land | uppruna_navn = République de Côte-d'Ivoire | navn = Tjóðveldið Fílabeinsstrondin | mynd_flagg = Flag_of_Cote_d%27Ivoire.sv..."
 
Linja 33:
=== Mannarættindabrot ===
[[Mynd:IC_Gbagbo_Motta_eng_195.jpg|thumb|left|250px|Laurent Koudou Gbagbo.]]
Bæði deildir, sum stuðla fyrrverandi forsetanum á Fílabeinstrondini [[Laurent Koudou Gbagbo]] og núverandi forsetanum [[Alassane Ado Dramane Ouattara]], framdu kríggsbrotsverk og brot á mannaættina, í blóðuga stríðnum, sum tók seg upp aftaná valið í [[desember]] [[2010]] <ref>http://amnesty.org/en/library/asset/AFR31/002/2011/en/bb769d9e-874f-442e-9454-993977a35f95/afr310022011en.pdf</ref>. Alassane forseti hevur higartil ikki fordømt hesum ræðugerðum. Hetta kann tulkast, sum tekin um, at hansara trygdardeildir og aðrir vápnaðir bólkar, hava fingið grønt ljós til at halda fram við bardøgunum. Heitt verður á Alassane, um alment at fordøma bardøgunum og at steðga øllum álopum á sivila fólkið alt fyri eitt. Mannarættindabrot verða framhaldandi framd mótvegis veruligum ella ímyndaðum stuðlum hjá fyrrverandi forsetanum Gbagbo. Mannarættindabrotini verða bæði framd í [[Abijan]] og í vestara partinum av landinum. Eitt kanningarlið hjá Amensty International hevur verið á Fílabeinstrondini, í gott tveir mánaðir, og samlað meira enn 100 frágreiðingar frá vitnum og fólki, sum hava yvirlivað massakrina, sum fór fram tann [[29. mars]] [[2011]] í [[Duékoué]], sum liggur umleið 500 km. vestan fyri [[Abidjan]], og granna bygdinum. Allar frágreiðingarnar frá vitnum bera boð um, at drápini eru systematisk útvald og framd av hermonnum í FRCI (''Forces Républicaines de Côte d'Ivoire''), sum varð stovnað av núverandi forsteta Alassane tann [[8. mars]] í [[2011]] <ref>http://www.amanien.info/actualite-1860-colonel-kouassi-patrice-porte-parole-des-forces-republicaines-de-cote-d-ivoire-ordonnez-nous-obeirons-commandez-nous-executerons.html?PHPSESSID=99f4511af43df8d353be5e1306ccdf08</ref>. FRCI herdeildin hevur dripið hundraðtals menn í øllum aldrum, vegna teirra politisku sannføring og etniska samleika.
 
Áðrenn mennirnir vóru dripnir vóru teir bidnir um at upplýsa navn teirra og vísa samleikaprógv. Nøkur av samleikapróvnum vóru funnin undir liðini av líkunum. Frá [[6. mai|6.]] til [[8. mai]] í [[2011]] vóru fleiri bygdir niðurbrendar og fleiri fólk dripin. FRCI rættvístgjørdi hesar gerðir við at siga, at teir leitaðu eftir vápnum. Síðan [[desember]] [[2010]] hava deildir, sum hava stuðla Gbagbo eisini hava framt kríggjsbrotsverk og brot móti mannaættini, harmillum morð, píning og neyðtøkur. Síðst í [[februar]] mánaði fóru deildir, sum stuðla Gbagbo, inn í eitt tætt bygt grannalag í [[Abijan]], har fólk, sum stuðla Alassane hildu til, og drupu fleiri fólk. Stríðið, sum hevur valdað seinastu seks mánaðarnar hevur ført til, at túsundtals fólk eru flýdd og eru tramautiseraði.
 
== Búskapur ==