Munurin millum rættingarnar hjá "Penicillin"

Content deleted Content added
Snadri (kjak | íkøst)
sNo edit summary
Linja 10:
Penicillin virkar við at forða bakterium í at byggja sín kyknuvegg. Hetta hendur við at penicillin bindur til ensymið [[transpeptidase]], sum hevur til uppgávu at byggja skrástívarar í kyknuvegginum, og hetta førir við sær, at veggurin viknar og kyknan doyr.
 
=== Søgan um penicillinið ===
 
Árið 1928, var árið, har penicillinið varð uppdagað. Tað var tann skotski læknin, og seinni eisini professari í bakteriologi, Alexander Fleming, ið var uppdagarin. Mátin Alexander Fleming uppdagaði penicillinið uppá, var øgiliga tilvildarligur og heldigur. Arbeiðsborðið hjá Fleming var nemliga óruddiligt, og hevði hann tí sett sær fyri, at hann skuldi rudda tað. Í tí, at hann ruddar borðið, finnur hann fram til eina royndarskál, sum hann hevði gjørt royndir við, og sum hann bara hevði latið ligið á sínum arbeiðsborðið. Í royndarskálini sær hann ein blámusopp, sum hann síðani byrjar at gera royndir við. Hann fann fram til, at svampurin æt Penicillium chrysogenum. Seinni gevur Fleming svampinum navnið Penicillin.