Munurin millum rættingarnar hjá "Holokaust"

Content deleted Content added
Snadri (kjak | íkøst)
Stovnaði síðu við "Holocaust er ein av mest umtalaðu hendingum nakrantíð. Man kann kanska ikki siga, at Holocaust er ein hending, tí at navnið Holocaust verður brúkt um morðið av j..."
(Ongin munur)

Endurskoðan frá 7. mai 2012 kl. 21:14

Holocaust er ein av mest umtalaðu hendingum nakrantíð. Man kann kanska ikki siga, at Holocaust er ein hending, tí at navnið Holocaust verður brúkt um morðið av jødunum undir 2. verðaldarbardaga, og hetta er ein partur av 2. verðaldarbardaga.

Undir krígnum vóru umleið 6.000.000 jødar dripnir, og hetta var næstan 60% av øllum jødum, ið livdu tá.

Men hví akkurát drepa jødarnar?

At hata jødar er nakað, ið ikki byrjaði í Týsklandi, tá ið Hitler kom til valdi, hetta byrjaði langt áðrenn í heimsøguni. Hetta var heldur ikki nakað týskt ”fænomen”, at hata jødarnar. Eitt rótgrógvið hat ímóti jødunum er eisini at síggja í skriftunum hjá Martini Luther, og hetta var eisini ein týdningarmikil partur av sjálvsfatanuni hjá teimum kristnu.

Síðan tað, í tí meira ”moderna” samfelagnum, tað vil siga aftaná ár 1800, eru jødarnir hjá mongum fólkum blivnir fataðir sum ein bumsur ella pirra á samfelags-kroppinum. Har eru fleiri felagskapir settir í stovn, tann stórsti av teimum er nokk nazistaflokkurin.

Nazistaflokkurin við Adolf Hitler á odda, kom til ræði í Týsklandi í ár 1933. Nazistarnir dugdu væl at ”selja” seg, og skjótt vóru teir blivnir sera væl dámdir víða um. Teir fingu skaffa fleiri túsind fólkum arbeiði, av tí at motorvegur var settur í gerð. Teir søgdu, at hetta fór at betra um sambandið, og tað fór tað nú eisini, men stórsta grundin var nokk tí, at tað skuldi vera lættari at transportera tanks, herðbilar, hermenn og annað, ið skuldi brúkast til kríggið nøkur ár seinni.

Men jú longur nazistarnir sita við valdið, jú meira eyðsýndir vera teir. Her byrjar at henda okkurt. Hitler byrjar at byggja sær ein herð, ein herð, sum vil nakað við alskyns kampvognum.

Eisini verður gjørt um seg millum fólkið, har ein ávísur missmunur verður. Her er tað serliga jødarnir, ið eru hart raktir. Har verður sett forboð fyri teimum mong støð, har verða vístar ræðumyndir av jødunum, har ið teir vera lýstir sum nakað ringt. Og hetta verður verri og verri, jødarnir vera viðfarnir sum dýr! Og tá er tað, at kríggið byrjar.

1. septembur í 1939 loypa týskararnir á Póland, og so er allur heimurin í kríggi. Og tá koma nazistarnir út við øllum um jødarnar. Teir vilja hava eitt stóra-Týskland uttan jødar, vilja beina fyri jødunum. Men hví? Tað veit eg ikki, men ongir jødar skuldu vera til, tað var sikkurt.

Nógvar og stórar legur vóru bygdar, har ið jødarnir vóru sendir fyri at arbeiða og drepast. Ikki bert jødar blivu dripnir, eisini evnaveik, myrk fólk, fólk ið hoyrdi til jehovahs-vitnið, homosexuel, slavir og russar.


Tok koyrdu í hópatali út í mongu legurnar, ið lógu spjeiddar runt í londum eystan fyri Týskland, lond sum Póland, Russland, Eysturríkið og Tjekkíið. Tokini vóru meira enn full hvørja ferð tey fóru, og tað var sum oftast sera langar ferðir, við hvørki vátum ella turrum, so mong doyðu á ferðini.

Tað var hart at liva í legunum, lívskorini vóru ikki góð. Lítið at eta, vánalig støð at sova í og hart arbeiði. Og fleiri túsind fólk blivu dripin hvønn dag.

Tá ið kríggið endaði í juni mánaði í 1945, vóru næstan 6.000.000 jødar blivnir dripnir.