Munurin millum rættingarnar hjá "Monmouth"

Content deleted Content added
Luckas-bot (kjak | íkøst)
s r2.7.1) (bottur leggur aftrat: ga:Monmouth
Xqbot (kjak | íkøst)
s r2.7.3) (bottur broytur: ga:Trefynwy; kosmetiske ændringer
Linja 19:
 
=== Tíðin eftir miðøld ===
Í 1536 innførdi [[Henry VIII]] eina røð av lógum, sum síðan hava verið nevndar [[Laws in Wales Acts 1535–1542]]. Hesar lógir avtóku valdið hjá teimum sonevndu Marcher Lords og sameindi fyrisitingina av Onglandi og Wales. Eitt nýtt [[shire]] (fyrisitingarlig eind) var grundlat, sum fevndi um økið vestanfyri [[Gloucestershire]] og [[Herefordshire]], og Monmouth gjørdist ''county býur'' í hesum sonevnda ''shire'', tvs. eitt slag av høvuðsæti hjá fyrisitingini. Býurin fekk umboðan í [[Enska Parlamentið|Enska Parlamentinum]] um somu tíð. Í 1605 gav [[James I av Onglandi|James I]] Monmouth eitt sokallað ''town charter'', sum er eitt lógarskjal, sum grundleggur eina kommunu, hetta var gjørt við tí sonevnda ''letters patent''. Á einum korti yvir Monmouth, sum John Speed teknaði í 1610 líkist býurin rættiliga nógv sær sjálvum, sum hann sær út í dag, tá hugsa verður um høvuðsgøturnar, borgina og brúnna. Høvuðsgøtan [[Monmouth Street]] var gjørd, sum ein typisk marknaðargøta, hon var sera breið í miðjuni, fyri at fáa pláss til sølubúðir, og smøl í báðum endum, soleiðis at fenaður ikki kundi sleppa til rýmingar.
 
[[Monmouth Skúli]] var stovnaður av [[William Jones]] í 1614. [[Monmouth Borgin]] skifti eigara tríggjar ferðir undir [[Enska borgarakríggið|enska borgarakrígnum]], og [[Oliver Cromwell]] kom framvið á hansara leið fyri at endurtaka [[Chepstow Borgin]]a and kringsettið [[Pembroke Borgin]]a í 1648.<ref>Peter Gaunt, ''Oliver Cromwell'', Oxford, Blackwell, 1996, síða 93. ISBN 0-631-18356-6</ref> [[Monmouth Borgin]] kom illa frá krígnum, men sjálvur býurin vaks í ríkidømi. [[Great Castle House]] (Stóra Borg Húsið), bygt í 1673, er nú sætið hjá ''Royal Monmouthshire Royal Engineers'', sum et tað elsta regimentið í Bretska Herinum. [[Shire Hall, Monmouth|Shire Hall]] varð bygt í 1724, og varð brúkt til teir lokalu ''Assizes'', sum var eitt slag av rættarhølum (hetta varð brúkt líka til 1972). Økið frammanfyri bygningin virkaði sum býar marknaður.
 
Seinast í 18. øld var býurin blivin vælumtókt ferðamál hjá fólki sum fóru ein túr sum nevnist "[[Wye Tour]]", tað er ein bátatúrur sum tekur tey vitjandi framvið tí vakra [[Wye Dalurin|Wye Dalin]], har fólk kundu njóta tað avbera vakra útsýni til Ross-on-Wye, [[Goodrich Borgin|Goodrich]], [[Tintern]], [[Chepstow Borgin|Chepstow]] og onnur støð. Skøldini [[William Wordsworth]], [[Samuel Coleridge]], og [[Robert Southey]], umframt listamannin [[J. M. W. Turner]], vóru millum teirra sum vitjaðu økið. <ref>Elisabeth Whittle, "All These Inchanting Scenes: Piercefield in the Wye Valley", ''Garden History'', Vol. 24, No. 1 (Summer 1996), síðurnar 148–161.</ref>
Linja 33:
== Slóðir úteftir ==
{{commons|Category:Monmouth}}
* [http://www.monmouth.org.uk/ Monmouth.org.uk]
* [http://www.monmouth.gov.uk/ Monmouth Býráð]
 
[[Bólkur:Monmouth| ]]
Linja 53:
[[eu:Monmouth]]
[[fr:Monmouth (pays de Galles)]]
[[ga:MonmouthTrefynwy]]
[[gl:Monmouth - Trefynwy]]
[[hi:मॉनमाउथ]]