Munurin millum rættingarnar hjá "Kópakonan"

Content deleted Content added
Undo revision 145064 by 88.85.39.28 (talk)
No edit summary
Linja 1:
Søgnin um '''Kópakonuna''' man vera ein tann mest kenda í [[Føroyar|Føroyum]]. 13. kvøld vóru nógvir kópar komnir upp á fjøruna at dansa. Bóndin í Uttarstovu fekk eyga á hetta og varð sera hugtikin av eini Kópakvinnu, sum hevði latið seg úr haminum. Hon var so sera vøkur. Av tí at hann var vorðin so góður við hana, gjørdi hann av at taka hamin og goyma hann í trækistuni í Uttarstovu. Nú slapp kópakonan ikki í [[Sjógvur|sjógvin]] aftur, og hon og bóndin livdu saman í nógv ár og fingu børn saman. Bústaður teirra var í gamla bóndahúsinum í [[Mikladalur|Mikladali]], sum ber naviðnavnið Uttarstova.
 
Kópakistan stendur enn tann dag í dag í Uttarstovu, sum er sera gamalt bóndahús, ið stendur miðskeiðis í bygdini. Í Uttarstovu ber til at síggja ta søguligu kópakistuna, men tíverri er eingin hamur at síggja, av tí at Kópakonan ein dagin fann lykilin til kistuna, sum bóndin hevði krógvað fyri henni. Síðan opnaði Kópakonan kistuna, har hamurin lá, og fór aftur í [[Sjógvur|sjógvin]], har heimstaður sín var.