Munurin millum rættingarnar hjá "Ólavur Jakobsen"

Content deleted Content added
No edit summary
No edit summary
Linja 5:
Ólavur var ársskeiðið 93/94 í [[Frakland|Frankaríki]]. Hann var næmingur hjá franska gittarleikaranum [[Roland Dyens]]
 
Í dag er hann búsitandi í [[Hoyvík]] og er sera virkin í føroyskum tónleikalívi. Hann hevur havt fleiri álitisstørv m.a. nevndarlimur í Konsertfelagnum (2003-2009), formaður í Einleikarafelag Føroya (2007-), føroyskt umboð í Nordisk Råds Musikpris (2007/08), starvsnevndarlimur í LISA (2010-), nevndarformaðurformaðurnevndarformaður og dagligur leiðari í tónleikabólkinum Aldubáruni, (1998-2005)
 
Hann var í 2006 formliga við til at byrja Musikkskúla Miðnám, ið er ein fyrireikandi útbúgving fyri evnaríkar tónleikarar og er hann samskipari av hesi útbúgving. Hann hevur starv sum gittarlærari á [[Føroya Musikkskúli|Føroya Musikkskúla]].<ref>[http://www.tm.fo/olavur+jacobsen.html TM.fo]</ref> og hava fleiri av hansara næmingum traðkatraðkað fram sum evnaríkir gittarleikarar m.a. Ragnar Olsen, Benjamin Petersen, Alvi Joensen og Maria Olsen.
 
Ólavur Jakobsen hevur spælt saman við flestøllum føroyskum solistum og orkestrum m.a. Nicolinu av Kamarinum, Hanus G. Johansen, Føroya Symfoniorkestri og Aldubáruni. Hann hevur harumframt spælt við heimskendu Michalu Petri og eisini innspælt við svenska sangaranum Håkan Hagegård, umframt við íslendska bólkinum CAPUT og danska symfoniorkestrinum Collegium Musicum undir leiðslu Michael Schønwandt.
 
Hann hevur frumframført verk eftir flestøll føroysk tónaskøld og hevur m.a. Sunleif Rasmussen skrivað fleiri verk til hansara. Ólavur hevur eisini frumframført tónleik eftir m.a. kend útlendsk tónaskøld m.a. Gavin Bryars, Per Nørgård, Hsueh-Yung Shen, Pierre Dørge, Axel Borup-Jørgensen.
 
== Aldubáran ==