Munurin millum rættingarnar hjá "Svínoy"

686 bytes løgd afturat ,  9 ár síðan
ongin frágreiðing um rættingina
== Hammershaimb um Svínoy ==
Tað er manna søgn, at Svínoy sum aðrar av oyggjunum var [[flotoy]] av fyrstu tíð. Hon kom upp fyri norðan, men sást sjáldan av fólki, tí at hon førdi sum oftast toku við sær, og var sjálv huld í mjørka. Nú skal sigast frá, hvussu til bar, at hon varð føst oyggj. - Í bygdini [[Viðareiði]] á [[Viðoy]]nni áttu menn eina súgv, men ongan gølt, og tó varð súgvin kviðin á hvørjum ári og átti grísar. Allir undraðust mikið á hetta, og kundu ikki fáa skil á, hvussu hetta bar til. Fólk søgdu nú, at tey høvdu saknað hana stundum úr bygdini, men at hon tó altíð var komin skjótt aftur. Ein dagin fór hon kvikliga eystur ígjøgnum bygdina og yvir um eið móti [[Eiðsvík]]. Ein kona fekk fatur á henni og bant lyklakippu upp í halan á henni. Súgvin fór á sjógvin og svam frá landi. Nakað eftir hetta síggja menn á Viðareiði oyggj koma undan sunnanvert á eiðinum. Teir manna sum skjótast út bát og rógva at oynni, og nú kundu teir bæði finna hana og lenda á henni. Tá ið súgvin hevði borið jarn á hana, festist hon, og straks lýsti í mjørkanum, sum hevði ligið um hana. Og har hevur hon ligið síðani. Men teir kallaðu hana Svínoy, av tí hon var full av svínum, tá teir komu út á hana, og svín hevði fest hana í botn, so at hon ikki var flotoy longur. Men úti á henni var tað, at Viðareiðissúgvin hevði søkt sær brund.
 
== Skotagravirnar ==
 
[[27 nov.]] [[1786]] fór "Skotaskipið" ið sluppin "Rachel" úr [[Stromness]] í [[Orknoyar|Orknoyum]] vanliga verður nevnd í Svínoy, á land í "Skotabuktini". 22 mans vóru við, 3 bjargaðust og 17 lík vórðu funnin, hesir eru grivnir í "Skotagrøvunum" vestanfyri bygdina. Sunnudagin [[28 aug.]] [[2011]] avdúkaði Stephen Hagan, Convener í Orknoyggjum, ein minnisvarða á staðnum, við minnisplátu ið býráðið í Stromness hevur latið gera. [[http://www.visitsandoy.fo/register/Fullinfo.aspx?cID=8CBCE556-33F5-4335-A64B-C8C942D74153&rID=%7B78561177-F09A-4F97-B994-E481844479D4%7D]] [[http://aktuelt.fo/grein/ein_hatidarligur_dagur_svnoy]]
 
== Myndir ==
Dulnevndur brúkari