Munurin millum rættingarnar hjá "Fjølmiðlar"

Content deleted Content added
Stovnaði síðu við "=== Fjølmiðlar === Fjølmiðlar hava sera stóran týdning fyri heimin nú á døgum. Teir hava leingi havt eitt sindur av týdningi, men nú eru so nógvir miðlar í m..."
 
No edit summary
Linja 12:
Mótabløð hava eisini ávirkað fleiri fólk, serliga gentir, tí tey vísa kend og væl dámd fólk í mótabløðunum, ið man hevur sum fyrimynd, og øll hava eitt til felag. Øll hava ein góðan kropp, og tí heldur man kanska, at man eigur at hava ein góðan kropp, fyri at kanska verða væl dámdur, og so byrjar man at íðka onkran ítrótt, fyri at tey kunnu blaka 10 kilo innan fyri eitt tíðarmark, sum t.d. mótabløð, næstan hvørja viku lýsa við.
=== Misskiljing av lýsingum ===
Terrorismu hoyrir man ofta um í bløðunum, og so ávara bløðini eisini fólk um at ferðast til ymisk støð, tí at tað er ófríður onkrastaðni í landinum, ella tí terroristar hava hótt við at leypa á tey ymsu støðini. Sum oftast eru terroristarnir muslimar, og av tí, kann tað elva til at fólk eru meira bangin fyri muslimum og hava nógvar fórdómar fyri teimum, enn t.d kristnum fólkum.
Tað verður eisini lýst um happing ella t.d. botulismu í sjónvarpinum. Hesir trupulleikarnir verða sera ofta lýstir, og onkuntíð verður tað lýst ov ofta, og tí eru tað summi, ið ikki kunnu taka tað í álvara, og tað er ikki gott, tí tað eru nakrir stórir trupulleikar.
 
=== Ávirkan ===
Fjølmiðlarnir, kunnu gott ávirka fólk uppá ein ringa mátan, av tí at summi er so bundin at miðlunum og trúgva øllum, ið tey siga, men fjølmiðlarnir eru ikki bara ringir. Ofta verður lýst um t.d. dálking, góða og ringa heilsu, og tey geva ofta góð ráð til fólk. Fjølmiðlarnir fortelja eisini um, hvat er gott ella ringt at gera og man fær altíð okkurt at vita um heimin og samtíðuna.