Munurin millum rættingarnar hjá "Evropearar leggja heimin undir seg"

Content deleted Content added
Stovnaði síðu við "Evropearar leggja heimin undir seg Tá ið Portugal og Spania fóru út í heimshøvini við skipum, vildi man byggja størri og betri skip. Tað var neyðugt, tá ið ta..."
 
No edit summary
Linja 1:
== Evropearar leggja heimin undir seg ==
=== Byrjanin ===
Tá ið Portugal og Spania fóru út í heimshøvini við skipum, vildi man byggja størri og betri skip. Tað var neyðugt, tá ið tað skuldi siglast langa leið yvir til India fyri at keypa kryddaríir o.a. tílíkt. Aftur at hesum tíðarskeiðinum var tað týdningar mikið at leggja lond undir seg, fyri at ikki at fella burturúr. Niðurlendingar vóru fremstir í 17. øld á hesum øki, men í 18. øld vóru fraklendingar og onglendingar á odda. Øll lond sum evropeararnir tóku til sín vóru nevnd hjálond. Hjálond verða oftani skipað í tveir bólkar. Tað er tey lond, sum við valdi vórðu løgd undir fremmant harradømi, til dømis India, sum Ongland tók, og Eysturindia (Indonesia), sum Niðurlond løgdu undir seg. Og so eru tað tey, har niðursetufólkið er komið uttanífrá, t.d. Norðuamerika og Avstrailia. Gomul hjálond í Àsia, Afrika og Suðuramerika sum eru í fyrra bólkinum, verða kallað menningarlond. Stórur partur av fólkinum í hesum londum eru í fátækadømi og líða í hungri og eru øgiliga sjúk. Í seinna bólkinum eru Norðuramerika og Avstrailia. Tey eru vorðin rík ídnaðarlond.
Tá ið Portugal og Spania fóru út í heimshøvini við skipum, vildi man byggja størri og betri skip. Tað var neyðugt, tá ið tað skuldi siglast langa leið yvir til India fyri at keypa kryddaríir o.a. tílíkt. Aftur at hesum tíðarskeiðinum var tað týdningar mikið at leggja lond undir seg, fyri at ikki at fella burturúr. Niðurlendingar vóru fremstir í 17. øld á hesum øki, men í 18. øld vóru fraklendingar og onglendingar á odda. Øll lond sum evropeararnir tóku til sín vóru nevnd hjálond.
 
=== Tvey sløg av hjálondum ===
Tá ið Portugal og Spania fóru út í heimshøvini við skipum, vildi man byggja størri og betri skip. Tað var neyðugt, tá ið tað skuldi siglast langa leið yvir til India fyri at keypa kryddaríir o.a. tílíkt. Aftur at hesum tíðarskeiðinum var tað týdningar mikið at leggja lond undir seg, fyri at ikki at fella burturúr. Niðurlendingar vóru fremstir í 17. øld á hesum øki, men í 18. øld vóru fraklendingar og onglendingar á odda. Øll lond sum evropeararnir tóku til sín vóru nevnd hjálond. Hjálond verða oftani skipað í tveir bólkar. Tað er tey lond, sum við valdi vórðu løgd undir fremmant harradømi, til dømis India, sum Ongland tók, og Eysturindia (Indonesia), sum Niðurlond løgdu undir seg. Og so eru tað tey, har niðursetufólkið er komið uttanífrá, t.d. Norðuamerika og Avstrailia. Gomul hjálond í Àsia, Afrika og Suðuramerika sum eru í fyrra bólkinum, verða kallað menningarlond. Stórur partur av fólkinum í hesum londum eru í fátækadømi og líða í hungri og eru øgiliga sjúk. Í seinna bólkinum eru Norðuramerika og Avstrailia. Tey eru vorðin rík ídnaðarlond.
 
=== Handil er kríggj ===
" Handil er kríggj," Tað segði ein franskur fíggjarmálaráðharri í 17. øld. Í 1651 gjørdu onglendingar siglingarlógina, ið snúði seg um, at allar vørur, sum til Onglands skuldu, antin skuldi førast við bretskum skipum, ella við skipum úr londum haðani farmurin var. Hetta var ikki gott fyri Niðurlond, sum í nógv ár høvdu silgt við fremmanda vørum og vunnið nógvan pening. Seinni var tað Frakland, ið kom upp í leikin, og nú stóðu tey bæði londini ímóti hvørjum øðrum. Tað varð nógv kríggjað í 18. øld, og Ongland og Frakland bardust eisini hvørt ímóti øðrum, t.d. Í Norðuramerika, Karrabiahavi, í India og Evropa.
 
=== Evropiskt harraveldi ===
Hjálandafólkið var nú undir Evropiskum harraveldi, og teirra arbeiði var at fáa so mest burtur úr jørðini, men tá ið vøran skuldi arbeiðast til útflutnings, vórðu upprunafólkinum altíð settar forðingar. Ídnaðurin í Evropa mentist, og tørvurin á nýggjum ótilvirkaðum vørum, t.d. líni, tini, gummi og pálmaolju. Marknaðan vaks nú eisini fyri lidnum vørum, úr ídnaðarlondinum. Nú fingu hjálondini ótilvirkaðar vørur til vega, og ídnaðarlondini og tilvirkaði tær so og seldu tær. Hjálondini fingu sjálvstýri, men trupult var hjá teimum at fara nýggjar leiðir og broyta gamlar siðir. Nú á døgum keypa ídnaðarlond bílligari ótilvirkaðar vørur frá menningarlondum og selja somu londum ta lidnu vøruna fyri nógvan pening.
 
=== Ymsar vørur ===
Áðrenn 18. øld komu nógvar ymiskar vørur úr øðrum londum enn bara í Evropa. Bummull úr India, teppi úr Persia, silki og postalín úr Kina. Tað var ein stór atvold til teir trupuleikarnir menningarlondini nú dragast við, hvussu handilin tók seg upp í 15. og 16. øld. Fyri 16. øld var lítil munur á lívskrøvinum í Evropa og í øðrum londum. Nú eru tey flestu londini í Afrika í fátækadømi.
 
=== Vápnatøkni ===
Heimurin lá nú opin fyri Evropearum. Teir vildu royna aðrar leiðir og fáa hendur á nýggjum vørum. Ofta varð tikið til vápnini, og í bardøgunum var við upprunafólkinum vóru Evropearar í yvirluta. Hetta var tó ikki løgið tí vápnasmiðurin í Evropa hevði ment seg og var nógv betur. Tí máttu afrikanar, ásiatar og indiánar lúta fyri Evropearum.
 
=== Fremmandar vørur ===
Frá indiánum í Suðuramerika fingu evropearir evnir til heilivág. Kinin fyri hita, stryknin at styrkja kroppin, og vamlrót til at spýggja av. Eisini fingu teir tomatir, kakao, mais og bønir. Ein Spanskur hermaður fann epli í Kolumbia, og henda planta kom til Evropa um 1800. Tað er nú ein vani at eta epli til døgurða her um okkar leiðir.
Í 17. øld byrjaðu onglendigar at drekka te. Plantan kemur úr Kina. Onglendigar eru nú vorðnir kendir fyri at drekka te. Sukur var dýrt og var at fáa á apotekum, evnað til tablettir. Næstan alt sukur bleiv dyrkað á Madeira. Seinni vóru stórlendi í Amerika tikin til sukurgrøði. Brasil gjørdis miðdepilin, og nú varð tørvur á arbeiðsmegi. Hetta nýtti man trælir til, tí vaks trælahandilin. Sukrið og trælahandilin skapaðu eitt nýtt handilslag sum vit kalla trýhyrningshandilin. Peningaligi vinningurin var ógvuliga misjavnur. Men trýhyrningshandilin hevði stóran fíggjarligan týdning í Evropa. Klæði, vápn og amboð úr jarni blivu latin fyri trælir. Tørvurin á arbeiðsmegi gjørdist størri, mest til skipasmiður og umborð á skipinum.
 
=== Nýggj vitan ===
Nýggju sjóleiðurnir, landatøkurnar, nýggi handilin og trælahandilin vuksu nógv. Hetta var einki minni enn ein handilskollvelting. Allur peningur sum teir vunnu, serligandi Ongland var settur í nýtt virksemi t.d. landbúnað og námsvinnu. Kollveltingin ávirkaðu eisini tøknifrøðina. Tørvur á skipum gjørdi betri skipasmiður, nýggj siglingartól vórðu uppfunnin. Betur sjókort, kronometur og klokkur gjørdi leiðina yvir hav bæði skjótari og tryggari. Fleiri av teimum ið við vóru í hesum handli, burturi ella heima vórðu væl upplærd í handli og trygging.