Munurin millum rættingarnar hjá "Løgting"

Content deleted Content added
No edit summary
No edit summary
Linja 10:
 
[[Mynd:Faroe stamp sheet 417-418 logting 150 years.jpg|thumb|left|Føroya løgting 150 ár. Frímerki frá 2002]]
Tann [[26. mars]] [[1852]] kom ríkisdagslógin um,[[Mynd:Example.jpg]] at Føroya løgting skuldi setast aftur á stovn. Tingið fekk tó ikki lóggávuvald, men var í roynd og veru bert eitt amtsráð. Men hóast endurreista løgtingið hevði lítlan politiskan myndugleika, so fekk tað sum frá leið týdning bæði sum umboðan mótvegis stjórnini og sum eitt forum, har politiskt áhugaðir føroyingar kundu vinna sær politiskar royndir. Endurstovnaða løgtingið helt eftir fornum siði sín fyrsta tingfund [[Ólavsøka|ólavsøkudag]] 1852, eftir at tingmenn frammanundan høvdu verið til gudstænastu í [[Havnar kirkja|Havnar kirkju]].
 
Løgtingið og tess myndugleiki eru munandi broytt frá 1852 til í dag. Á endurreista løgtinginum var amtmaðurin tingformaður, men í [[1923]] varð skipanin broytt soleiðis, at løgtingsformaðurin varð valdur av tingmonnum. Í [[1935]] fekk løgtingið heimild at krevja inn løgtingsskatt, og undir [[seinni heimsbardagi|seinna heimsbardaga]] virkaði Løgtingið í roynd og veru sum ein lóggevandi stovnur. Tá seinni heimsbardagi endaði [[1945]], var sjálvsstýrisrákið so sterkt, at eingin vildi venda aftur til amtsstøðuna, ið hevði verið galdandi, til kríggið brast á, og Føroyar vórðu hersettar. Eftir drúgvar samráðingar millum Føroyar og Danmark og eftir eina fólkaatkvøðu, har ein lítil meiriluti var fyri loysing, var heimastýrislógin sett í gildi hin [[1. apríl]] [[1948]]. Við hesi lóg fekk Føroya løgting lóggávuvald á ávísum lóggávuøkjum. Við nýggjari stýrisskipanarlóg frá [[1995]] var parlamentarisman knæsett sum politisk meginregla, eins og tingið við hesi lóg gjørdist meira líkt øðrum lóggávutingum í Norðurlondum.
Linja 86:
* [[Amtmenn í Føroyum]]
* [[Ríkisumboð í Føroyum]]
 
*Petur Ove Petersen, Tú og samfelagið 1 (1996)
 
== Útvortis ávísing ==
* [http://www.logting.fo/ Løgtingið]
* [http://www.ksf.fo]
* [http://www.stamps.fo/default.asp?catalog%5Fname=Frim%E6rker&category%5Fname=Historie&product%5Fid=417 Stamps.fo] ('''kelda''')