Munurin millum rættingarnar hjá "Kommuna"

Content deleted Content added
Stovnaði síðu við "Kommunur Eitt býráð ella bygdarráð stýrir kommununi. Málið hjá kommunur er at skapa best møguligar umstøður hjá fólki. Har er 50 kommunur í Føroyum til..."
 
No edit summary
Linja 1:
[[==Kommunur]]==
Eitt býráð ella bygdarráð stýrir kommununi. Málið hjá kommunur er at skapa best møguligar umstøður hjá fólki. Har er 50 kommunur í Føroyum til samans.
 
 
[[==Kommunal viðurskifti]]==
Í okkara samfelag er nógv ymiskt kommunalt. Kommunan hevur nógvar ymiskar uppgávur innanfyri tað sosiala, tað er: at byggja og reka skúlan og frítíðarundirvísing, at umsita barnaforsorgarlógina, at útvega bústað, viðtaluhøli og tól til kommunulæknar. Eisini skal kommunan gjalda fyri heilsu-, heima- og skúlasjúkrasystir, skúlalækna og skúlabarnatannarøktina. Kommunan syrgir eisini fyri at veita tænastur sum: at byggja bygdavegir, gøtuljós, vatnverk, ungdómshús, barnagarð, syrgja fyri kirkjugarði, ruskburturbeining, kloakk og byggja ítróttarhøll og ítróttarvøll o.s.fr.
 
[[==Kommunan fíggjarliga]]==
Høvuðsinntøkan hjá kommununi er endurgjald úr landskassanum. Størra partin av inntøkuni koma tó frá kommunuskatti, og allar borgarar gjalda sama prosent í kommunuskatti. Hóast kommunur fáa nógv skattapening, kosta allar uppgávurnar nógv. Nógv av útreiðslunum eru fíggjaðar við lántøku, sum skal gjaldast aftur. Tá ið rentur og avdráttur á lánum eru, tyngir tað nógv raksturin hjá nógvum kommunum í dag.
 
 
[[==Feløg sum arbeiða við kommunal viðurskifti]]==
Føroya Kommunufelag (FKF): varð stovnað í 1968. Í felagnum eru 45 kommunur. Mál, sum felagið arbeiðir við, er alt, sum hevur við kommunal viðurskifti at gera.
IRF: IRF er ein interkommunalur renovasjónsfelagskapur. IRF tekur sær av nátturu- og umhvørvisvernd. T.v.s. beina rusk, tøma rottangar, reinsa kloakkir o.s.fr. Allar kommunur í Føroyum eru limir í IRF, uttan Tórshavnar Kommuna.