Munurin millum rættingarnar hjá "Løgting"

Content deleted Content added
No edit summary
No edit summary
Linja 14:
Løgtingið og tess myndugleiki eru munandi broytt frá 1852 til í dag. Á endurreista løgtinginum var amtmaðurin tingformaður, men í [[1923]] varð skipanin broytt soleiðis, at løgtingsformaðurin varð valdur av tingmonnum. Í [[1935]] fekk løgtingið heimild at krevja inn løgtingsskatt, og undir [[seinni heimsbardagi|seinna heimsbardaga]] virkaði Løgtingið í roynd og veru sum ein lóggevandi stovnur. Tá seinni heimsbardagi endaði [[1945]], var sjálvsstýrisrákið so sterkt, at eingin vildi venda aftur til amtsstøðuna, ið hevði verið galdandi, til kríggið brast á, og Føroyar vórðu hersettar. Eftir drúgvar samráðingar millum Føroyar og Danmark og eftir eina fólkaatkvøðu, har ein lítil meiriluti var fyri loysing, var heimastýrislógin sett í gildi hin [[1. apríl]] [[1948]]. Við hesi lóg fekk Føroya løgting lóggávuvald á ávísum lóggávuøkjum. Við nýggjari stýrisskipanarlóg frá [[1995]] var parlamentarisman knæsett sum politisk meginregla, eins og tingið við hesi lóg gjørdist meira líkt øðrum lóggávutingum í Norðurlondum.
 
 
Okkara politiska skipan byggir á ''politiskar flokkar''. Hvør politiskur flokkur hevur sín egna ''politikk'', sum hann ynskir at fremja ''á løgtingi''. ''Veljarin'' velur ein flokk, ella eitt ''valevni'' á listanum hjá flokkinum, og ''atkvøðurnar'' verða roknaðar til ''tinglimir'' eftir at atkvøðurnar eru ''taldar''.
 
== At skipa løgtingið ==
Arbeiðið hjá Løgtinginum er at gera lógir. Fjórða hvørt ár verður [[løgtingsval]], tá ið valið er av, koma 32 fólk at sita á tingi tey næstu fýra árini. Okkara politiska skipan byggir á politiskar flokkar. Hvør politiskur flokkur hevur sín egna politikk, sum hann ynskir at fremja á løgtingi. Veljarin velur ein flokk, ella eitt valevni á listanum hjá flokkinum, og atkvøðurnar verða roknaðar til tinglimir eftir at atkvøðurnar eru taldar. Oftani eru fleiri flokkar noydd at semjast og ganga saman at føra ein politikk, tí sjáldan fær ein einstakur flokkur meirilutan í valinum. Tá ið fleiri flokkar semjast um ein politikk, eitur tað ein samgonga.
[[Løgtingið]] er gjørt av nevndum og [[formansskapi]], og í Føroyum eru 7 fastar [[nevndir]]: Fíggjarnevndin, uttanlandsnevndin, landsstýrismálanevndin, vinnunevndin, trivnaðarnevndin, mentanarnevndin og rættarnevndin. Hesi nevndini skulu veita og geva [[Landsstýrið]] og [[Løgtingið]] tilmæli í málum. Í Løgtinginum eru 45 fastir nevndarsessir, so tað merkir, at tá bert 32 løgtingslimir eru, kemur onkur at sita í minst tveimum nevndum. Møguligt er at skipa fleiri [[nevndir]], sum geva tilmæli í ávísum málum, um tað er neyðugt. Tó mugu hesar nevndini bert sita til teirra mál er liðugt, og ikki longri enn til [[tingsetan]] endar.
Allir borgarar kunnu koma við hugskot til ein nýggj løgtingslóg, men bert løgmenn, [[landsstýrismenn]] ella [[løgtingslimur]] kunnu leggja lógaruppskot á tingið. Hvørt lógaruppskot skal hava tríggjar viðgerðir, og soleiðis verða lógini viðgjørd á Løgtinginum: