Munurin millum rættingarnar hjá "Løgting"

Content deleted Content added
No edit summary
No edit summary
Linja 27:
Tá ið lógir verða gjørdar, syrgir [[Landsstýrið]] fyri, at lógirnar verða útinnað og at lógirnar rigga í gerð. Løgmaðurin tilnevnir [[landsstýrismenninar]], og hevur eftirlit við arbeiðinum hjá Landsstýrinum.
Hóast [[Løgtingið]] hevur valdið, syrgja [[fakfeløg]] fyri so góðum korum fyri teirra limir sum møguligt. Tað er í málum sum løn, arbeiðsumstøður, [[eftirløn]] o.s.fr. Um lógir skulu gerast, og lógirnar ávirka økini hjá limirnir, kunnu [[fakfeløg]] ummæla lógini og hjálpa til við at smíða lógaruppskotið áðrenn tað verður lagt fyri tingið. Á tann háttin kann man siga, at [[fakfeløg]] eru við til at ávirka politiskar avgerðir. Eisini sæst áhugabólkar og áhugafeløg sum eisini ávirka politiskar avgerðir og fylgja væl við í politikki. Ein ‘lobbyist’ er ein ið er við í ein áhugabólk, og royna at ávirka politikarar ella koma við hugskot.
[[Kommunur]]: Eitt býráð ella bygdarráð stýrir kommununi. Málið hjá kommunur er at skapa best møguligar umstøður hjá fólki. Har er 50 [[kommunur]] í Føroyum til samans.
 
Í okkara samfelag er nógv ymiskt kommunalt. Kommunan hevur nógvar ymiskar uppgávur innanfyri tað sosiala, tað er: at byggja og reka skúlan og frítíðarundirvísing, at umsita barnaforsorgarlógina, at útvega bústað, viðtaluhøli og tól til kommunulæknar. Eisini skal [[kommunan]] gjalda fyri heilsu-, heima- og skúlasjúkrasystir, skúlalækna og skúlabarnatannarøktina. Kommunan syrgir eisini fyri at veita tænastur sum: at byggja bygdavegir, gøtuljós, vatnverk, ungdómshús, barnagarð, syrgja fyri kirkjugarði, ruskburturbeining, kloakk og byggja ítróttarhøll og ítróttarvøll o.s.fr.
Høvuðsinntøkan hjá kommununi er endurgjald úr [[landskassanum]]. Størra partin av inntøkuni koma tó fráúr [[kommunuskatti]], og allar borgarar gjalda sama prosent í [[kommunuskatti]]. Hóast [[kommunur]] fáa nógv skattapening, kosta allar uppgávurnar nógv. Nógv av útreiðslunum eru fíggjaðar við lántøku, sum skal gjaldast aftur. Tá ið rentur og avdráttur á lánum eru, tyngir tað nógv raksturin hjá nógvum [[kommunum]] í dag.