Munurin millum rættingarnar hjá "Løgting"

Content deleted Content added
No edit summary
No edit summary
Linja 13:
 
Løgtingið og tess myndugleiki eru munandi broytt frá 1852 til í dag. Á endurreista løgtinginum var amtmaðurin tingformaður, men í [[1923]] varð skipanin broytt soleiðis, at løgtingsformaðurin varð valdur av tingmonnum. Í [[1935]] fekk løgtingið heimild at krevja inn løgtingsskatt, og undir [[seinni heimsbardagi|seinna heimsbardaga]] virkaði Løgtingið í roynd og veru sum ein lóggevandi stovnur. Tá seinni heimsbardagi endaði [[1945]], var sjálvsstýrisrákið so sterkt, at eingin vildi venda aftur til amtsstøðuna, ið hevði verið galdandi, til kríggið brast á, og Føroyar vórðu hersettar. Eftir drúgvar samráðingar millum Føroyar og Danmark og eftir eina fólkaatkvøðu, har ein lítil meiriluti var fyri loysing, var heimastýrislógin sett í gildi hin [[1. apríl]] [[1948]]. Við hesi lóg fekk Føroya løgting lóggávuvald á ávísum lóggávuøkjum. Við nýggjari stýrisskipanarlóg frá [[1995]] var parlamentarisman knæsett sum politisk meginregla, eins og tingið við hesi lóg gjørdist meira líkt øðrum lóggávutingum í Norðurlondum.
 
== Løgtingsval ==
[[Løgtingsval]] verður hildið við hægst 4 fýra ára millumbili. Endamálið við hesum vali er at velja umboð fyri fólkið á løgting. Hesi umboð verða nevnd ''tinglimir'', ella býtt í kyn sun ''tingmenn'' og ''tingkvinnur'' umboðandi ávíkavist menn og kvinnur.
 
Okkara politiska skipan byggir á ''politiskar flokkar''. Hvør politiskur flokkur hevur sín egna ''politikk'', sum hann ynskir at fremja ''á løgtingi''. ''Veljarin'' velur ein flokk, ella eitt ''valevni'' á listanum hjá flokkinum, og ''atkvøðurnar'' verða roknaðar til ''tinglimir'' eftir at atkvøðurnar eru ''taldar''.
Line 21 ⟶ 18:
== At skipa løgtingið ==
Arbeiðið hjá Løgtinginum er at gera lógir. Fjórða hvørt ár verður [[løgtingsval]], tá ið valið er av, koma 32 fólk at sita á tingi tey næstu fýra árini. Oftani eru fleiri flokkar noydd at semjast og ganga saman at føra ein politikk, tí sjáldan fær ein einstakur flokkur meirilutan í valinum. Tá ið fleiri flokkar semjast um ein politikk, eitur tað ein samgonga.
[[Løgtingið]] er gjørt av nevndum og [[formansskapi]], og í Føroyum eru 7 fastar [[nevndir]]: Fíggjarnevndin, uttanlandsnevndin, landsstýrismálanevndin, vinnunevndin, trivnaðarnevndin, mentanarnevndin og rættarnevndin. Hesi nevndini skulu veita og geva [[Landsstýrið]] og [[Løgtingið]] tilmæli í málum. Í Løgtinginum eru 45 fastir nevndarsessir, so tað merkir, at tá bert 32 løgtingslimir eru, kemur onkur at sita í minst tveimum nevndum. Møguligt er at skipa fleiri [[nevndir]], sum geva tilmæli í ávísum málum, um tað er neyðugt. Tó mugu hesar nevndini bert sita til teirra mál er liðugt, og ikki longri enn til [[tingsetan]] endar.
Allir borgarar kunnu koma við hugskot til ein nýggj løgtingslóg, men bert løgmenn, [[landsstýrismenn]] ella [[løgtingslimur]] kunnu leggja lógaruppskot á tingið. Hvørt lógaruppskot skal hava tríggjar viðgerðir, og soleiðis verða lógini viðgjørd á Løgtinginum:
1. Viðgerð: Har verður tosað um málið, og málið verður sent í ein hóskandi [[nevnd]] til viðgerð.
2. Viðgerð: Um broytingaruppskot eru, verða tey viðgjørt í tinginum. 2. Viðgerð endar við atkvøðugreiðslu.
3. Viðgerð: Hetta er tann endaliga viðgerðin. Eitt politiskt orðaskifti verður, og lógaruppskotið verður møguliga samtykt um meirilutin eru fyri.
 
Tá ið lógir verða gjørdar, syrgir Landsstýri[[Landsstýrið]] fyri, at lógirnar verða útinnað og at lógirnar rigga í gerð. Løgmaðurin tilnevnir [[landsstýrismenninar]], og hevur eftirlit við arbeiðinum hjá Landsstýrinum.
Hóast [[Løgtingið]] hevur valdið, syrgja fakfeløg fyri so góðum korum fyri teirra limir sum møguligt. Tað er í málum sum løn, arbeiðsumstøður, eftirløn o.s.fr. Um lógir skulu gerast, og lógirnar ávirka økini hjá limirnir, kunnu fakfeløg ummæla lógini og hjálpa til við at smíða lógaruppskotið áðrenn tað verður lagt fyri tingið. Á tann háttin kann man siga, at fakfeløg eru við til at ávirka politiskar avgerðir. Eisini sæst áhugabólkar og áhugafeløg sum eisini ávirka politiskar avgerðir og fylgja væl við í politikki. Ein ‘lobbyist’ er ein ið er við í ein áhugabólk, og royna at ávirka politikarar ella koma við hugskot.
Kommunur: Eitt býráð ella bygdarráð stýrir kommununi. Málið hjá kommunur er at skapa best møguligar umstøður hjá fólki. Har er 50 kommunur í Føroyum til samans.