Munurin millum rættingarnar hjá "Løgting"

Content deleted Content added
No edit summary
No edit summary
Linja 20:
 
== At skipa løgtingið ==
Arbeiðið hjá Løgtinginum er at gera lógir. Fjórða hvørt ár verður val á Løgtingið[[løgtingsval]], tá ið valið er av, koma 32 fólk at sita á tingi tey næstu fýra árini. Oftani eru fleiri flokkar noydd at semjast og ganga saman at føra ein politikk, tí sjáldan fær ein einstakur flokkur meirilutan í valinum. Tá ið fleiri flokkar semjast um ein politikk, eitur tað ein samgonga.
Løgtingið er gjørt av nevndum og formansskapi, og í Føroyum eru 7 fastar nevndir: Fíggjarnevndin, uttanlandsnevndin, landsstýrismálanevndin, vinnunevndin, trivnaðarnevndin, mentanarnevndin og rættarnevndin. Hesi nevndini skulu veita og geva Landsstýrið og Løgtingið tilmæli í málum. Í Løgtinginum eru 45 fastir nevndarsessir, so tað merkir, at tá bert 32 løgtingslimir eru, kemur onkur at sita í minst tveimum nevndum. Møguligt er at skipa fleiri nevndir, sum geva tilmæli í ávísum málum, um tað er neyðugt. Tó mugu hesar nevndini bert sita til teirra mál er liðugt, og ikki longri enn til tingsetan endar.
Allir borgarar kunnu koma við hugskot til ein nýggj løgtingslóg, men bert løgmenn, landsstýrismenn ella løgtingslimur kunnu leggja lógaruppskot á tingið. Hvørt lógaruppskot skal hava tríggjar viðgerðir, og soleiðis verða lógini viðgjørd á Løgtinginum: