Munurin millum rættingarnar hjá "Løgting"

Content deleted Content added
ZéroBot (kjak | íkøst)
s r2.7.1) (bottur leggur aftrat: fr:Løgting
No edit summary
Linja 18:
 
Okkara politiska skipan byggir á ''politiskar flokkar''. Hvør politiskur flokkur hevur sín egna ''politikk'', sum hann ynskir at fremja ''á løgtingi''. ''Veljarin'' velur ein flokk, ella eitt ''valevni'' á listanum hjá flokkinum, og ''atkvøðurnar'' verða roknaðar til ''tinglimir'' eftir at atkvøðurnar eru ''taldar''.
 
== At skipa løgtingið ==
Arbeiðið hjá Løgtinginum er at gera lógir. Fjórða hvørt ár verður val á Løgtingið, tá ið valið er av, koma 32 fólk at sita á tingi tey næstu fýra árini. Oftani eru fleiri flokkar noydd at semjast og ganga saman at føra ein politikk, tí sjáldan fær ein einstakur flokkur meirilutan í valinum. Tá ið fleiri flokkar semjast um ein politikk, eitur tað ein samgonga.
Løgtingið er gjørt av nevndum og formansskapi, og í Føroyum eru 7 fastar nevndir: Fíggjarnevndin, uttanlandsnevndin, landsstýrismálanevndin, vinnunevndin, trivnaðarnevndin, mentanarnevndin og rættarnevndin. Hesi nevndini skulu veita og geva Landsstýrið og Løgtingið tilmæli í málum. Í Løgtinginum eru 45 fastir nevndarsessir, so tað merkir, at tá bert 32 løgtingslimir eru, kemur onkur at sita í minst tveimum nevndum. Møguligt er at skipa fleiri nevndir, sum geva tilmæli í ávísum málum, um tað er neyðugt. Tó mugu hesar nevndini bert sita til teirra mál er liðugt, og ikki longri enn til tingsetan endar.
Allir borgarar kunnu koma við hugskot til ein nýggj løgtingslóg, men bert løgmenn, landsstýrismenn ella løgtingslimur kunnu leggja lógaruppskot á tingið. Hvørt lógaruppskot skal hava tríggjar viðgerðir, og soleiðis verða lógini viðgjørd á Løgtinginum:
1. Viðgerð: Har verður tosað um málið, og málið verður sent í ein hóskandi nevnd til viðgerð.
2. Viðgerð: Um broytingaruppskot eru, verða tey viðgjørt í tinginum. 2. Viðgerð endar við atkvøðugreiðslu.
3. Viðgerð: Hetta er tann endaliga viðgerðin. Eitt politiskt orðaskifti verður, og lógaruppskotið verður møguliga samtykt um meirilutin eru fyri.
 
Tá ið lógir verða gjørdar, syrgir Landsstýri fyri, at lógirnar verða útinnað og at lógirnar rigga í gerð. Løgmaðurin tilnevnir landsstýrismenninar, og hevur eftirlit við arbeiðinum hjá Landsstýrinum.
Hóast Løgtingið hevur valdið, syrgja fakfeløg fyri so góðum korum fyri teirra limir sum møguligt. Tað er í málum sum løn, arbeiðsumstøður, eftirløn o.s.fr. Um lógir skulu gerast, og lógirnar ávirka økini hjá limirnir, kunnu fakfeløg ummæla lógini og hjálpa til við at smíða lógaruppskotið áðrenn tað verður lagt fyri tingið. Á tann háttin kann man siga, at fakfeløg eru við til at ávirka politiskar avgerðir. Eisini sæst áhugabólkar og áhugafeløg sum eisini ávirka politiskar avgerðir og fylgja væl við í politikki. Ein ‘lobbyist’ er ein ið er við í ein áhugabólk, og royna at ávirka politikarar ella koma við hugskot.
Kommunur: Eitt býráð ella bygdarráð stýrir kommununi. Málið hjá kommunur er at skapa best møguligar umstøður hjá fólki. Har er 50 kommunur í Føroyum til samans.
 
Í okkara samfelag er nógv ymiskt kommunalt. Kommunan hevur nógvar ymiskar uppgávur innanfyri tað sosiala, tað er: at byggja og reka skúlan og frítíðarundirvísing, at umsita barnaforsorgarlógina, at útvega bústað, viðtaluhøli og tól til kommunulæknar. Eisini skal kommunan gjalda fyri heilsu-, heima- og skúlasjúkrasystir, skúlalækna og skúlabarnatannarøktina. Kommunan syrgir eisini fyri at veita tænastur sum: at byggja bygdavegir, gøtuljós, vatnverk, ungdómshús, barnagarð, syrgja fyri kirkjugarði, ruskburturbeining, kloakk og byggja ítróttarhøll og ítróttarvøll o.s.fr.
Høvuðsinntøkan hjá kommununi er endurgjald úr landskassanum. Størra partin av inntøkuni koma tó frá kommunuskatti, og allar borgarar gjalda sama prosent í kommunuskatti. Hóast kommunur fáa nógv skattapening, kosta allar uppgávurnar nógv. Nógv av útreiðslunum eru fíggjaðar við lántøku, sum skal gjaldast aftur. Tá ið rentur og avdráttur á lánum eru, tyngir tað nógv raksturin hjá nógvum kommunum í dag.
 
 
Feløg sum arbeiða við kommunal viðurskifti:
Føroya Kommunufelag (FKF): varð stovnað í 1968. Í felagnum eru 45 kommunur. Mál, sum felagið arbeiðir við, er alt, sum hevur við kommunal viðurskifti at gera.
IRF: IRF er ein interkommunalur renovasjónsfelagskapur. IRF tekur sær av nátturu- og umhvørvisvernd. T.v.s. beina rusk, tøma rottangar, reinsa kloakkir o.s.fr. Allar kommunur í Føroyum eru limir í IRF, uttan Tórshavnar Kommuna.
Kommunusamskipan Føroya (KSF): 7 kommunur eru limir í KSF. KSF skipar fyri mál sum er beinleiðis viðkomandi fyri borgaran. Dømir: gera lógarsmíð og lógartulking, uppskot til mannagongdir og skipanir, førleikamenning v.m.
SEV: SEV tekur sær av elgerð og letur streym til brúkarar í Føroyum. Allar kommunur í Føroyum eru limir.
 
 
=== Floksbýtið á løgtingi [[2004]] - [[2008]] ===