Munurin millum rættingarnar hjá "Sjónleikur"

Content deleted Content added
→‎Í Føroyum: Setti mynd inn
Linja 34:
Í [[Føroyar|Føroyum]] hevur sjónleikur verið spældur síðani eina ferð í 1780'unum, tá vit fyrstu frætta um sjónleikarframførslu í [[Tórshavn|Havn]]. Tá spældu studentar [[Holberg]] á [[Danskt (mál)|donskum]]. Í 1880'unum vóru fyrstu leikirnir skrivaðir og spældir á [[Føroyskt (mál)|føroyskum]]. [[Havnar Sjónleikarfelag]] varð stovnað í [[1918]] og [[Sjónleikarhúsið]] var innvígt í [[1926]].
 
Frá umleið [[1960]] fór [[Havnar Sjónleikarfelag]] undir miðvíst at menna virksemi sítt listarliga, tá [[Føroyar|Føroya]] fyrsti útbúni yrkissjónleikari [[Eyðun JohannesenJohannessen]] fór at arbeiða har sum leikstjóri og sum fyriskipari av skeiðum fyri sjónleikarar. Hetta virksemið helt fram til seinast í 1970'unum.
 
Yrkissjónleikur kom ikki í gongd í [[Føroyar|Føroyum]] fyrr enn í [[1977]], tá sjónleikarbólkurin [[Gríma]] varð stovnaður. Bólkurin hevði ikki egin høli, men leigaði seg inn frá verkætlan til verkætlan. Í [[1998]] fekk [[Gríma]] fyri fyrstu ferð sítt egna sjónleikarhús, tá salurin í [[Gamla Meiarí]]i varð tikin í nýtslu. Hóast trong fíggjarlig kor helt [[Gríma]] fram við virksemi sínum líka fram til [[1. januar]] [[2005]], tá [[Tjóðpallur Føroya]] byrjaði virksemi sítt og tók yvir hølini.