Munurin millum rættingarnar hjá "Pluto"

Content deleted Content added
Snadri (kjak | íkøst)
No edit summary
Snadri (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 5:
Tá ið Pluto varð flutt niður í flokking millum klóturnar í umfari um sólina, vóru ávís atlit tikin.
 
Fyrst og fremst var ætlað um støddina, tí klótan er rættiliga nógv minni enn hinar 8 gongustjørnurnar; haraftrat eru eisini aðrir gongustjørudvørgar funnir í sólskipanini, bæði áðrenn Pluto varð funnin í 1930 (t.d. [[Ceres]]), og ikki minst hesi seinastu árini, tá ið betraðu stjørnukikararnir hava latið okkum sæð smálutir, sum fyrr vóru fjaldir fyri eygum okkara (t.d. [[Sedna]]).
 
Vísindafólk høvdu valið: Skal Pluto, ið ikki er nevnivert størri enn hinir gongustjørnudvørgarnir, framvegis hava serstøðun sum verulig gongustjørna, bert tí klótan fekk hetta heitið afturi í 1930'unum? Ella skulu allir hinir gongustjørnudvørgarnir flytast upp mill gongustjørnurnar, so vit fáa eitt møgulig óendaligt tal av klótum av hesum slag? Men hinvegin, so var [[Merkur]] heldur ikki so øðiliga nógv størri enn Pluto ... og hvussu við mánunum [[Titan]] og [[Callisto]]? Skuldu teir nú eisini flokkast umaftur?