Munurin millum rættingarnar hjá "Javni"

Content deleted Content added
No edit summary
Óli (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 1:
'''Javni''' er landsfelag fyri fólk við menningartarni og teirra avvarðandi.
 
== Søga ==
Felagið Javni var stovnað 14. mai 1971. Endamál felagsins er at virka fyri at bøta um korini hjá fólki við menningartarni á øllum økjum, eitt nú viðvíkjandi bústaðamøguleikum, skúla, barnaansing, korunum hjá eldri og so framvegis. Javni hevur skrivstovu í Havn, á Hoydalsvegi 40, 3. hædd, tlf. 314827. Javni hevur eina 5 manna nevnd og tveir tiltakslimir. Á skrivstovu felagsins er ein dagligur leiðari í fulltíðarstarvi og eitt skrivstovufólk parttíð.
 
== Samstarv ==
Javni samstarvar við onnur líknandi feløg bæði innanlands og uttanlands. Innanlands er Javni eitt av limafeløgnum í MBF, Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum. Uttanlands er Javni limur í bæði evropeiska felagnum fyri menningartarnað, Inclusion Europe, og í altjóða felagnum fyri menningartarnað, Inclusion International. Norðurlendsku systurfeløgini hjá Javna hava eisini eitt tætt samstarv, NSR, Norðurlendska samstarvsráðið, og har er Javni virkin limur.