Munurin millum rættingarnar hjá "Hans Andrias Djurhuus"

ongin frágreiðing um rættingina
Fyrsta almenna verk Hans Andriasar var yrkingin, Harður er stormur á firði, ið kom út í árinum [[1901]], meðan Hans Andrias var næmingur í Føgrulíð. Fáar mánaðir frammanundan hevði [[Janus Djurhuus]], eldri bróðir Hans Andriasar, eisini latið úr hondum fyrstu almennu yrking sína. Yrking [[Janus Djurhuus|Janusar]] fekk betri skoðsmál enn yrking Hans Andriasar, tó at mikið rós varð veitt yrking Hans Andriasar. Sermerktu skaldagávur Hans Andriasar bóru boð um, at eitt stórskald var ávegis.
 
Hans Andrias Djurhuus ervar bøssi, stórvirknasta skaldið, ið [[Føroyar]] nakrantíð hava fostrað. Ikki bert hevur hann roynt evni síni sum yrkjari, men harumframt hevur Hans Andrias fingist við onnur sløg av skaldskapi. Hans Andrias hevur millum annað skrivað sjónleikir, ævintýr, stuttsøgur, eina skaldsøgu og mangt annað. Tískil kann ikki sigast annað enn, at ritverk hansara er sera fjølbroytt og fevnir víða.
 
Tað er tó einki at taka seg aftur í, at týdningarmesti partur av ritverki Hans Andriasar uttan iva er yrkingarnar og barnaskaldskapurin. Yrkingarnar kunnu býtast sundur í fleiri smærri partar, tí sera ymiskt er, hvussu Hans Andrias yrkir. Millum annað hevur Hans Andrias yrkt tjóðskaparsangir, søguligar yrkingar, sjómansrímur, barnarímur, minnisyrkingar og sálmar.
Dulnevndur brúkari