Munurin millum rættingarnar hjá "Viðarlundin í Trongisvági"

Content deleted Content added
No edit summary
Linja 1:
[[MyndFile:TvøroyriTrongisvágur1.15.jpg|thumb|Viðarlundin í [[Trongisvágur|Trongisvági]] hevur grill standandi frammi har niðri við ánna.]]
'''Viðarlundin í Trongisvági''' liggur í [[Trongisvágur|Trongisvági]] í [[Suðuroy]]nni sunnanfyri vegin sum førir til [[Hvalbiartunnilin]] á Trongisvágs síðuni. Ein á, Stórá, rennur gjøgnum viðarlundina, størsti parturin av viðarlundini er tó norðanfyri ánna. Í 1965<ref>[http://logting.elektron.fo/logtingsmal/Logtingsmal02/Vanlig%20tingmal/085.02%20Vidarvoekstur-frilendisroekt.htm logting.elektron.fo, Uppskot til løgtingslóg um viðarvøkstur og frílendisrøkt, sí talvu 2.]</ref> plantaði [[Tvøroyrar kommuna]] trøð á einum jarðarteigi á 28.700 m² sum varð millum Hvalbiarvegin og Stórá.<ref>Højgaard, Andrias: Træplanting í Føroyum í eina øld, S. 41. Tórshavn 1989.</ref> Í 1974 varð eisini ein jarðarteigur sum er sunnanfyri Rangá plantaður við trøðum, hesin teigur er 1.793 m² stórur. Eftir tað var viðarlundin 30.493 m² stór. Í 2003 vóru fleiri trøð plantaði, Skógrøkt Landsins hevur gróðursett umleið 13.000 m² afturat. Viðarlundin er nú í alt 40.493 m² stór. Gongugøtur eru inni í viðarlundini, so fólk kunnu gagna túrar inni har. Benkur og borð eru eisini sett upp og á eini fløtu niðri við Stórá í eystara parti av viðarlundini er ein stór grill sett upp, har fólk kunnu grilla og so njóta matin við meðan tey sita við borðini ið standa har. Barnagarðurin, útibarnagarðurin og Frítíðarskúlin í Trongisvági brúka ofta viðarlundina til útferðir og túrar.
Ein gøta er gjørd fram við Stórá. Henda gøtan verður nevnd "Áargøtan í Trongisvági". Gøtan byrjar við ítróttarhøllina í Trongisvági og fer oman til Stórá og gongur heilt inn til Viðarlundina í Trongisvági.