Munurin millum rættingarnar hjá "Suðurafrika"

Content deleted Content added
Xqbot (kjak | íkøst)
s r2.7.2) (bottur leggur aftrat: xmf:ობჟათე აფრიკაშ რესპუბლიკა; kosmetiske ændringer
Linja 37:
Ein liður í illa lýdda og órættvísa [[Apartheid|apartheidpolitikkinum]] var, at svartir verkamenn og húski teirra vórðu noydd at flyta úr stóru býunum og skuldu búgva í serligum býarøkjum langt burtur frá arbeiðsplássi sínum. Størsta og kendasta býarøkið er [[Soweto]]. Har búgva fleirri enn ein millión fólk. Hvønn einasta dag mega svartir arbeiðarar koyra í tímar í fullum bussum og tokum úr [[Soweto]] til námini og ídnaðarvirkini í grannabýnum [[Johannesburg]].
 
Tá ið [[apartheid]]skipan var í gildi, var eisini [[rasuskilnaður]] í [[Ítróttur|ítrottarkappingum]]. Svørt og hvít sluppu ikki at vera á sama liði. Tað hevði við sær, at Suðurafrika slapp ikki við í altjóða [[Ítróttur|ítróttarkappingar]]. Í [[1995]] vann Suðurafrika landsliðið, nevnt [[Springboks]], heimsmeistaraheitið í [[rugby]]. Best dámdu [[Ítróttur|ítróttir]] í Suðurafrika eru [[fótbóltur]], [[kurvabóltur]] og [[rugby]].
 
Í Suðurafrika hevur verið vanligt, at konufólkið hevur havt ábyrgd av at hildið hús, umframt at dyrka jørðina. Mong mannfólk í Suðurafrika eru heiman upp í eitt og tvey ár í senn og arbeiða í námum og í býunum, tí eru næstan bara konufólk eftir í bygdunum. Tey fáa tí alt meiri ábyrgd av húsi og heimi.