Munurin millum rættingarnar hjá "Tasmania"

Content deleted Content added
ZéroBot (kjak | íkøst)
s r2.7.1) (bottur leggur aftrat: diq:Tazmaniya
No edit summary
Linja 12:
 
'''Tasmania''' er [[oyggj]], hon liggur í ein landsynning úr [[Avstralia]]. Hon er minsta landið í Avstralska samveldinum, og har búgva eini 507 000 fólk. Veðurlagið er vátligari og svalligari enn aðrastaðni í Avstralia, og oyggin er gitin fyri grønmeti, [[Seyður|seyðahald]] og frukt. Tey hava eisini silvur, tin og aðra námsvinnu. Stórir partar av vestarlaga á oynni eru óbygdir. Har eru tættir skógir og nógv høg fjøll. Her halda nøkur av teimum villu upprunadjórunum til enn, til dømis [[posadevulin]].
 
== Søga ==
 
Fyrst í [[17. øld]] fingu [[Niðurlond|niðurlendingar]] alt størri ræði sum sjófarandi [[tjóð]] í [[Asia]], [[Avstralia]] og í [[Kyrrahavsoyggjarnar|Kyrrahavsoyggjum]]. Teir løgdu seg meira eftir at fáa vinning burtur úr handlinum enn at gera rannsóknarferðir, men á longu leiðini úr [[Suðurafrika]] til [[Indonesia]] sigldu teir tætt fram við strondini í ókenda meginlandinum [[Avstralia]]. Í 1616 fór [[Dick Hartog]] skipari í land har, og tað sama gjørdu mangir aðrir niðurlendskir sjómenn eisini seinni. Í 1642 avgjørdi [[Anthony van Diemen]], stjóri í Niðurlendska Eysturindiafelagnum, við høvuðssetri í [[Jakarta]], at lata [[Abel Tasman]] standa á odda fyri einari rannsóknarferð til Avstralia. Ætlanin var at fáa meira at vita um, hvussu stórt meginlandið var, sum teir hildu var heilt suður í [[Kyrrahav]], og at finna eina styttri siglingarleið til [[Suðuramerika]]. Tasman kom fyrst til oynna, sum nú eitur Tasmania. Hann nevndi hana ''Van Diemens Land''. Síðan kom hann eisini til [[Nýsæland]]s, [[Fiji]] og [[Tonga]]. Í 1644 teknaði hann kort av norðurstrond [[Avstralia]]. Um allan hin ovurstóra partin av avstralska meginlandinum visti eingin nakað at siga, uttan frumfólkið.
 
== Myndasavn ==