Munurin millum rættingarnar hjá "Sudan"

Content deleted Content added
No edit summary
Linja 32:
[[Mynd:Sudan_Meroe_Pyramids_2001.JPG|thumb|left|215px|Pýramidur í Nubia (nú Sudan). Landið varð nógv ávirkað av [[Egyptaland|egyptiskari]] mentan, men sum tíðin leið fekk tað sína egnu serstøku mentan.]]
Sunnan fyri gamla [[Egyptaland]] var Nubia. Frá um 2000 f.Kr. til 1600 f.Kr. ráddu egyptar har. Ovara Nubia æt [[Kusj]]. Hesar øldirnar kyknaði rík og sermerkt mentan í landslutinum Kerma, og eina tíð vóru kusjittar mest sum frælst fólk. Frá uml. 1500 f.Kr. til 900 f.Kr. legði [[Egyptaland]] aftur Nubia undir seg, og egyptar floymdu inn í Nubia. Men so viknaðu egyptar og mistu ræðið. Kusj kom fyri seg aftur, og høvuðsstaður varð bygdur til [[Napata]] norðanfyri fjórða fossin í [[Nilá]]. Frá 770 f.Kr. til 716 f.Kr. lupu tveir kusjittiskir herhøvdingar á [[Egyptaland]], róku valdsharrarnar frá, tóku sjálvir valdið, og høvdu ræðið til 671 f.Kr. Tá ið kusjittiska yvirvaldið í Egyptalandi viknaði, flutti kusjittmentanin seg suðureftir, og høvuðsstaður gjørdist nú býurin [[Meroe]]. Um hetta mundið verður farið at nýta jarn í Nubia. Í t.d. Meroe var nógvur jarnmálmur og nógvur viður. Leirkeralistin og metalsmíðið í Meroe eru víða gitin.
 
Fyri 300 f.Kr. vóru kusjittar í Sudan bundnir at handlinum við [[Egyptaland]]. Um 300 f.Kr. fluttu teir høvuðsstaðin til [[Meroe]], sum var longri suðuri, og funnu sær aðrar handilsvegir. So hvørt sum kongstíkið vaks, skapaðu kusjittar eina mentan, sum fór longri burtur frá egyptisku mentanini. Sum tíðin leið, gjørdu kusjittar sær eina [[Skriftmál|skrift]] burtur úr egyptisku hieroglyfunum, ið eingin enn dugir at týða. Meroe gjørdist stórbýur við borgum, templum og sethúsum. Henda mentan varð nevnd tann ''meroitiska''. Meroitisku kongarnir vóru virdir sum hálvgudar og eru jarðaðir í pýramyduskapaðum gravum, sum líkist egiptisku pýramidunum. So hvørt sum meroitiska mentanin kom fyri seg, fingu kusjittar størri virðing fyri sínum egnu gudum enn fyri teimum egyptisku. Enn tann mætasti meroitiski gudurin var ljóngudurin [[Apedemek]].
 
== Politikkur ==