Munurin millum rættingarnar hjá "Sudan"

Content deleted Content added
No edit summary
No edit summary
Linja 28:
 
'''Sudan''' ([[Arábiskt mál|arábiskt]]; ''جمهورية السودان'') er størsta land í [[Afrika]], men tað er av fátækastu og minst mentu londum í heiminum. Stórir landspartar í Sudan hava verið meint raktir av turki og hungursneyð seinastu árini.
 
== Søga ==
[[Mynd:Sudan_Meroe_Pyramids_2001.JPG|thumb|left|215px|Pýramidur í Nubia (nú Sudan). Landið varð nógv ávirkað av [[Egyptaland|egyptiskari]] mentan, men sum tíðin leið fekk tað sína egnu serstøku mentan.]]
Sunnan fyri gamla [[Egyptaland]] var Nubia. Frá um 2000 f.Kr. til 1600 f.Kr. ráddu egyptar har. Ovara Nubia æt [[Kusj]]. Hesar øldirnar kyknaði rík og sermerkt mentan í landslutinum Kerma, og eina tíð vóru kusjittar mest sum frælst fólk. Frá uml. 1500 f.Kr. til 900 f.Kr. legði [[Egyptaland]] aftur Nubia undir seg, og egyptar floymdu inn í Nubia. Men so viknaðu egyptar og mistu ræðið. Kusj kom fyri seg aftur, og høvuðsstaður varð bygdur til [[Napata]] norðanfyri fjórða fossin í [[Nilá]]. Frá 770 f.Kr. til 716 f.Kr. lupu tveir kusjittiskir herhøvdingar á [[Egyptaland]], róku valdsharrarnar frá, tóku sjálvir valdið, og høvdu ræðið til 671 f.Kr. Tá ið kusjittiska yvirvaldið í Egyptalandi viknaði, flutti kusjittmentanin seg suðureftir, og høvuðsstaður gjørdist nú býurin [[Meroe]]. Um hetta mundið verður farið at nýta jarn í Nubia. Í t.d. Meroe var nógvur jarnmálmur og nógvur viður. Leirkeralistin og metalsmíðið í Meroe eru víða gitin.
 
== Politikkur ==
 
=== Innanlandsstríð ===
 
Óstøðug viðurskifti eru í sudanska [[Landslutir í Sudan|landspartinum]] Darfur. Vápnaða stríðið í Darfurlandspartinum byrjaði í [[2003]], tá Sudanska Frælsisørslan, nevnd SLM/A, og Rættvísis- og Javnrættindarørslan, nevnd JEM, fóru at kríggjast móti stjørnini í Sudan. Og tað hevur ikki gingið stillisliga fyri seg; morð, rán, og dráp hava merkt stríðið. Grundgevingin fyri álopinum var, at stjørnin í Sudan tók sudanesarar av arábiskum uppruna fram um sudanesarar av ikki-arábiskum uppruna. Sudanska stjørnin og JEM skrivaðu undir friðarsáttmála í [[2010]], men avtalan helt ikki. Støðan er tó meira fløkt enn so, stríðið er eisini um at fáa bestu landbúnaðarjørðina, umframt annað. [[Omar Bashir]] er eftir øllum at døma einasti einaræðisharri í heiminum, sum enn situr við valdið, hóast hann hevur ábyrgdina av, at fleiri hundraðtúsund folk eru tikin av døgum. [[Omar al-Bashir]] verður sjáldan nevndur í sambandi við menniskjaligu tragediuna í [[Darfur]] landspartinum, hóast hann er høvuðspersónur.
 
== Fólkið ==
Line 36 ⟶ 46:
 
Síðan Sudan gjørdist sjálvstøðugt ríki í [[1956]], hevur [[Muslimar|muslimska]] stjórnin í [[Khartoum]] roynt at noyða fólkið í landinum at taka við [[islam]]. Hetta hevur elvt til [[borgarakríggj]] og hungursneyð.
 
== Búskapur ==