Munurin millum rættingarnar hjá "Tansania"

Content deleted Content added
FoxBot (kjak | íkøst)
s r2.7.2) (bottur leggur aftrat: kl:Tanzania
No edit summary
Linja 6:
| motto = Uhuru na Umoja
| mynd_positión = LocationTanzania.svg
| alment_mál = [[Enskt (mál)|Enskt]] og [[Swahili (mál)|swahili]]
| høvuðsstaður = [[Dodoma]]
| fullveldi = [[9. desember]] [[1961]]<br />(frá [[Stóra Bretland]])
| løgmaður_heitið = Løgmaður
|løgmaður= [[Edward Lowassa]]
Linja 20:
| gjaldoyra = Tansanianskur skillingur (TZS)
| tíðarzona = [[UTC]] +3
| tjóðsangur = Mungu ibariki Afrika<br />([[Føroyskt (mál)|føroyskt]]: Guð vælsigni Afrika)
| alnet_økisnavn = [[.tz]]
| telefon_landakota = 255
Linja 27:
}}
 
'''Tansania''' ([[Swahili (mál)|swahili]]: ''Jamhuri ya Muungano wa Tanzania'', [[Enskt (mál)|enskt]]: ''United Republic of Tanzania''), ella '''Sameinda Lýðveldið Tansania''' er stórt land í [[Afrika|Eysturafrika]] við umleið 38 mió íbúgvar. Í eystri hevur Tansania mark við [[Indiahav]], í suðuri við [[Mosambik]], [[Malavi]] og [[Sambia]], í norðri við [[Kenja]] og [[Uganda]] og vesturi er [[Tanganyikavatn]] og [[Ruanda]] og [[Burundi]]. Almennu [[mál]]ini eru tvey í tali, [[Enskt (mál)|enskt]] og [[Swahili (mál)|swahili]].
 
Tansania var til sum ríki, tá ið [[Tanganyika]] og oyggin [[Sansibar]] løgdu saman.
 
== Søga ==
 
=== Upprunasamfelagið ===
[[Maji-Maji-Uppreisturin]] ([[1905]]): Í øllum [[Afrika]] settu [[Afrika|afrikanarar]] seg upp ímóti, at [[Evropa|evropearar]] tóku land teirra, løgdu skatt á teir, eyðmýktu og eyðrændu teir, noyddu teir at gera tvingsilsarbeiði, snýttu og stjólu, fóru og ógvuliga harðliga fram og neyðtóku konufólk. Í [[Týska Eysturafrika]] (nú Tansania) var mótstøðan størst ímóti høgum skatti, tvingsilsarbeiði og skylduni at dyrka bummull, sum myndugleikarnir fluttu út. Ein andamanari segði seg kunna útvega vatn, sum vardi fólk fyri kúlum, og um alt landið gjørdu fólk uppreistur. Vatn eitur ''"maji"'' á [[Swahili (mál)|swahili]], og tí var uppreisturin nevndur [[Maji-Maji-Uppreisturin]]. Myndugleikarnir knústu uppreisturin, drupu oddamenninar og elvdu til hungursneyð. Hermenninir settu eld á grøði, akrar og bygdir, og teir fóru gjølliga til verka. Fleiri enn 200 000 fólk doyðu.
 
[[Engaruka]] var sjálvbjargið [[Landbúnaður|landbúnaðarsamfelag]] í Tansania einar 160 km. vestanfyri [[Kilimanjaro]]. Lendið var bratt, so engarukar máttu laðað garð á niðaru síðu og fylla upp omanfyri, áðrenn teir bygdu sær hús. Búsetningarnar kundu vera upp ímóti 20 km<sup>2</sup> í vídd, og í líðunum laðaðu teir langar bríkar at velta í. Bríkarnar vórðu gjørdar soleiðis, at laðað varð upp við gróti í niðara borði, og so varð fylt upp ájavnt garðin við leysum tilfari, mest mold, omanfyri. Vatn varð veitt á velturnar í gjøgnum steinsett ræsi úr Engarukaá. Grivið hevur verið út í bústøðunum síðan í [[1960-árini|1960-árunum]], og alt bendir á, at fólk hava búð har leingi. Enn veit eingin, hví engarukamentanin doyði út, men tað kann hava verið av liggjandi skerpingi, sum hevði við sær, at ógjørligt varð at dyrka jørðina. Fólk veltu t.d. korn og hirsa. Kornið varð knúst til mjøl í stórum mortara og baka til breyð. Engarukar búðu í rundum húsum av leiri og viði, og tey vóru takt við hálmi. Teir laðaðu grótgarðar uttan um bygdina at halda óbodnum gestum burtur. Húsini vórðu takt við síðum grasi, sum vaks tætt við húsini.
 
=== Uppreistur ===
 
[[Maji-Maji-Uppreisturin]] ([[1905]]): Í øllum [[Afrika]] settu [[Afrika|afrikanarar]] seg upp ímóti, at [[Evropa|evropearar]] tóku land teirra, løgdu skatt á teir, eyðmýktu og eyðrændu teir, noyddu teir at gera tvingsilsarbeiði, snýttu og stjólu, fóru og ógvuliga harðliga fram og neyðtóku konufólk. Í [[Týska Eysturafrika]] (nú Tansania) var mótstøðan størst ímóti høgum skatti, tvingsilsarbeiði og skylduni at dyrka bummull, sum myndugleikarnir fluttu út. Ein andamanari segði seg kunna útvega vatn, sum vardi fólk fyri kúlum, og um alt landið gjørdu fólk uppreistur. Vatn eitur ''"maji"'' á [[Swahili (mál)|swahili]], og tí var uppreisturin nevndur [[Maji-Maji-Uppreisturin]]. Myndugleikarnir knústu uppreisturin í 1905, drupu oddamenninar og elvdu til hungursneyð. Hermenninir settu eld á grøði, akrar og bygdir, og teir fóru gjølliga til verka. Fleiri enn 200 000 fólk doyðu.
 
== Politikkur ==
 
Tansania var til sum ríki, tá ið [[Tanganyika]] og oyggin [[Sansibar]] løgdu saman. Til fyri stuttum var Tansania undir [[Sosialisma|sosialististiskum]] stjórnarvaldi, ið til dømis eggjaði fólki at gera samvinnufeløg og at arbeiða saman í stórum ríkisriknum gróðrarlundum. Hóast summar av hesum verkætlanum eydnaðust væl, er Tansania nógv fátækari enn grannalandið [[Kenja]] og er gott dømi um, hvussu búsetingin er í einum fátækum [[Landbúnaður|landbúnaðarlandi]] --> Næstannæstan alt fólkið býr á bygd.
 
== Landalæra ==