Munurin millum rættingarnar hjá "Ruth Smith Savnið"

Content deleted Content added
s The file Image:Ruth_Smith_An_Artist_From_The_Faroe_Islands_Selfportrait.jpg has been removed, as it has been deleted by commons:User:Jameslwoodward: ''Per [[commons:Commons:Deletion requests/File:Ruth Smith An Artist From The Faroe Islan...
Linja 1:
 
[[Mynd:Ruth Smith An Artist From The Faroe Islands Selfportrait.jpg|thumb|Sjálvsmynd av [[Ruth Smith]].]]
[[Mynd:Vágur.Suðuroy.1.jpg|thumb|Ruth Smith Savnið er í Gamla Skúla á Vágsvegi 101.]]
'''Ruth Smith Savnið''' er eitt [[Føroyar|føroyskt]] savn við listarverkum eftir kendu listakvinnuna [[Ruth Smith]].<ref>[http://www.kunning.fo/event.asp?EID=4581 Kunning.fo, Ruth Smith Savnið]</ref> Ruth Smith Savnið er í Gamla Skúla á Vágsvegi 101 í [[Vágur|Vági]], har listarkvinnan eisini gekk í skúla sum barn. Á savninum eru oljumálningar og blýantstekningar eftir [[Ruth Smith]]. Savnið er opið eftir avtalu við onkran av nevndarlimunum. Tað var áhugafelagið Skálin við [[Skálá]], sum tók stig til at seta á stovn eitt savn við verkum eftir [[Ruth Smith]]. Skálin við Skálá hevði stovnandi aðalfund [[24. november]] [[1988]]. Savnið læt upp í Gamla Skúla í [[januar]] [[1991]], framsýningar hava tó eisini verið í øðrum hølum, t.d. í fimleikarhøllini í Vágs Skúla og í Bovlinghøllini í [[Vágur|Vági]]. Málningarnir sum savnið eigur vóru á framsýning á [[Ribe Kunstmuseum]] í [[Danmark]] frá [[januar]] til [[mars]] [[2008]]. Eftir tað blivu málningarnir settir í stand (restaureraðir) av [[Dorthe Aggerholm]], konservator.