Munurin millum rættingarnar hjá "Chicago"

Content deleted Content added
No edit summary
sNo edit summary
Linja 22:
[[Mynd:2004-07-14_2600x1500_chicago_lake_skyline.jpg|thumb|right|260px|Chicago er ikki gamal býur; í [[1830]] vóru har bara nøkur fá hús, men nú er fólkatalið 2,9 milliónir.]]
'''Chicago''' er ein býur í lutstaturin [[Illinois]] í [[USA]]. Hann hevur umleið 2,9 mió. íbúgvar og er triðstørsti býur í [[USA]]. [[Orð]]ið Chicago kemur úr [[Illinois-Miami]] "shikaakwa" og merkir villleykur. Millum annað liggur fyrrverandi heimsins hægsti bygningur, [[Sears Tower]], í býnum. Men Chicago er sjálvandi nógv meir enn tað. Í [[1850]] búðu bert 30 000 fólk í Chicago, men í [[1890]] var íbúgvatalið meira enn ein millión fólk.
 
== Mentan ==
 
Listarliga er býurin ómetaliga ríkur, og umframt øll hugsandi tónleikanøvn, sum koma hendavegin, eru nógv listasøvn við bæði klassiskari og nútímans list. Fjølbroyttu býarpartarnir [[Belmont]] og [[Wicker Park]] eru á tremur við barrum og kaféum, har tey ungu hittast, lítlum sølubúðum, har tú fært alt frá vatnpípum og brúktum bókum til heimagjørd klæði, og bíligum konsertstøðum, har alt frá etniskum [[Tónleikur|tónleiki]] og [[Jazzur|jazzi]] til [[Heavy Metal]] og elektroniskan tónleik verður spælt.