Munurin millum rættingarnar hjá "Chicago"

Content deleted Content added
Luckas-bot (kjak | íkøst)
s r2.7.1) (bottur leggur aftrat: als:Chicago
No edit summary
Linja 23:
'''Chicago''' er ein býur í lutstaturin [[Illinois]] í [[USA]]. Hann hevur umleið 2,9 mió. íbúgvar og er triðstørsti býur í [[USA]]. [[Orð]]ið Chicago kemur úr [[Illinois-Miami]] "shikaakwa" og merkir villleykur. Millum annað liggur fyrrverandi heimsins hægsti bygningur, [[Sears Tower]], í býnum. Men Chicago er sjálvandi nógv meir enn tað. Í [[1850]] búðu bert 30 000 fólk í Chicago, men í [[1890]] var íbúgvatalið meira enn ein millión fólk.
 
Listarliga er býurin ómetaliga ríkur, og umframt øll hugsandi tónleikanøvn, sum koma hendavegin, eru nógv listasøvn við bæði klassiskari og nútímans list. Fjølbroyttu býarpartarnir [[Belmont]] og [[Wicker Park]] eru á tremur við barrum og kaféum, har tey ungu hittast, lítlum sølubúðum, har tú fært alt frá vatnpípum og brúktum bókum til heimagjørd klæði, og bíligum konsertstøðum, har alt frá etniskum [[Tónleikur|tónleiki]] og [[Jazzur|jazzi]] til [[Heavy Metal]] og elektroniskan tónleik verður spælt.
 
Um [[1910]] tók jazzurin sær nýggjan høvuðsstað, stórbýin Chicago, norðarlaga í [[USA|Amerika]]. Nógvir [[afroamerikanarar]] fluttu norðureftir, tí í verksmiðjum á Chicagoleiðini var arbeiði at fáa. Tey tóku jazzin við sær. Mangir tónleikarar, eitt nú [[Joe King Oliver]], [[Louis Armstrong]] og [[Kid Ory]] spældu sín besta [[New Orleans]]-jazz í Chicago. Hvítir tónleikarar fóru at taka eftir teimum. Hesin jazzur varð eyknevndur ''dixieland''. Dixieland er í m.a. [[Louisiana]].
 
== Ítróttur ==