Munurin millum rættingarnar hjá "Bolivia"

Content deleted Content added
Luckas-bot (kjak | íkøst)
s r2.7.1) (bottur leggur aftrat: su:Bolivia
No edit summary
Linja 29:
'''Bolivia''' ella '''Lýðveldið Bolivia''' ([[Spanskt (mál)|spanskt]]; ''República de Bolivia'', [[quechua (mál)|quechua]]; ''Bulibya Republika'', [[aymara (mál)|aymara]]; ''Wuliwya Suyu'') er eitt land í [[Suðuramerika]] við 9,1 mió. íbúgvar.
 
Heimsins vandamiklasti vegur er ein veg úr bolivianska høvuðstaðnum [[Sucre]], til eitt øki kalla [[Yungas]], í fimm kilometra hædd og steyrrættum bergi. Ein bilur ferð útav umleið aðru hvørja viku, og árliga doyggja tí eini 200 til 300 fólk á hesum 80 kilometra langa vegastrekki.
 
== Søga ==
 
=== Stovnan ===
 
[[Simón Bolívar]] (24. juli 1783 – 17. desember 1830) ferðaðist í [[Evropa]], tá ið hugsjónirnar frá [[Frakland|fronsku]] kollveltingini breiddu seg, og haðan fekk hann íblástur til at vinna øllum [[Suðuramerika]] frælsi. Bolívar gjørdist oddamaður fyri tjóðveldisrørsluni í [[Venesuela]] í 1812. Hann stóð á odda fyri uppreistri í 1816 og lýsti Venesuela frælst, hóast [[Spania]] góðtók tað ikki. Í 1819 helt hann fram í [[Kolombia]], vann á spaniamonnum, og gjørdist fyrsti forseti í landinum. Hann fór aftur til Venesuela, sigraði á spaniamonnum í [[Carabobo]] í 1821 og tók [[Caracas]]. Tað staðfesti, at Venesuela var frælst og óheft. Síðan fór Bolívar suðureftir at hjálpa øðrum [[hjálond]]um at gera uppreistur. Tá ið San Martin legði frá sær sum ríkisleiðari í [[Perú]] í 1822, bóðu tjóðveldismenninir Bolívar hjálpa teimum at reka sponsku herdeildirnar, ið eftir vóru, av landinum. Tað gjørdi hann, og í 1824 varð hann útnevndur [[einaræði]]sharri. Árið eftir fór Bolívar til Ovara Perú og grundaði eitt tjóðveldi, sum seinni varð kallað ''Bolivia'' eftir honum.
 
== Drøgghandil ==