Munurin millum rættingarnar hjá "Etiopia"

Content deleted Content added
DSisyphBot (kjak | íkøst)
s r2.5.1) (bottur broytur: na:Itiyopiya
No edit summary
Linja 30:
 
== Søga ==
[[Mynd:Rome_Stele.jpg|thumb|left|170px|Fleiri enn 100 steinsúlur vórðu reistar í Etiopia. Mangar eru til tann dag í dag, men bara ein stendur enn uppi. Helst vóru tær kongligir gravsteinar.]]
Aksumríkið, sum var við Reyðahavsstrondina í [[Afrika|Landnyrðingsafrika]] í Etiopia, varð bygt í [[2. øld]]. Fólkið í Aksum hevði fyrstan tíð sínar egnu gudar, men tíðliga í [[4. øld]] gjørdist ein av landsins valdsharrum, [[Ezana]] kongur, [[kristin]]. Seinast í [[5. øld]] hevði meginparturin av fólkinum tikið við kristnari trúgv, sum so líðandi breiddi seg til grannalondini. Síðan blómaði [[kristindómur]]in í hesum londum, og nógvar merkisverdar kirkjur, tann kendasta var Santa ''Georgskirkjan'' í [[Lalibela]] í Norðuretiopia, hon var høgd inn í sjálvan klettin. Aksum var týdningarmikið handilsríkið, sum hevði handilssamband við fjarskotin lond, eitt nú [[India]], [[Iran|Persia]], [[Egyptaland]] og [[Arábia]]. Aksum var mætasta ríkið í Landnyrðingsafrika til miðskeiðis í [[7. øld]], tá ið tað fór at ganga úr hond, av tí at arábiska ávirkanin tók at vaksa í ríkinum.
 
Næstan alla [[20. øld]] var Etiopia einasta stóra ríkið í [[Afrika]], har tey svørtu høvdu sjálvræði sítt. [[Menelik]] [[keisari]] ([[17. august]] [[1844]] – [[12. desember]] [[1913]]) ráddi í Etiopia frá [[1889]] til [[1913]]. Meðan [[Evropa|evropearar]] tóku meginpartin av [[Afrika]], tvífaldaði hann ríki sítt, og í [[1896]] vann hann á einari [[Italia|italskari]] álopsherdeild við [[Adua]]. Í [[1917]] tók ein skyldmaður hansara, [[Ras Tafari]] (merkir fúrsti) ([[23. juli]] [[1892]] – [[27. august]] [[1975]]), við valdinum, fyrst sum ríkisstjóri fyri dóttur [[Menelik]]s, [[Judith]], og frá [[1930]] sum [[keisari]] undir navninum [[Haile Selassie]] ("Tríeinda ljósið"). [[Haile Selassie]] setti sær sum mál at nýskipa Etiopia, helst herin, og hann bannaði [[Trælahandil|trælahaldi]]. [[Italia]]menn tóku landið í [[1935]]-[[1936]], men í [[1941]] róku [[Stóra Bretland|bretar]] teir burtur haðan, og [[keisari]]n kom aftur í trúnuna.