14.951
rættingar
s r2.7.2) (bottur broytur: os:Папуæ — Ног Гвиней |
No edit summary |
||
Linja 27:
}}
'''Papua Nýguinea''' ella '''Papua Ný Guinea''' ([[Enskt mál|enskt]]; ''Independent State of Papua New Guinea'', [[Tok pisin mál|tok pisin]]; ''Papua Niugini'') er størsta [[tjóð]] í [[Melanesia]]. Landið var [[Avstralia|avstralskt]] [[hjáland]] til [[1975]] og er eystrari partur í oynni [[Ný Guinea]] umframt 600 aðrar oyggjar skamt norður, suður og eystur úr [[Ný Guinea]]. [[Port Morresby]] er bæði [[høvuðsstaður]] og størsti býur. Papua Ný Guinea hevur bara mark við [[Indonesia]]. [[Miðallívsævi]]n í landinum er 66 ár. Landið er limur í [[The Commonwealth|Bretska Samveldinum]]. Har er nógv gull og kopar.
==
Færri enn 6 milliónir fólk búgva í Papua Ný Guinea; flestu teirra búgva í smáum, fjarskotnum bygdum. Í eygum vesturlendinga eru mong fólk har fátæk. Flestu fólk í Papua Ný Guinea liva av landbúnaði. Papua Nýguinea við 5,8 milliónum fólkum og fleiri enn 700 tungumálum tók lysing frá Avstralia í 1975. Síðan hevur stór framgongd verið í landinum, men gamli siðvandi lívshátturin er enn vanligur. Nýtíðar fjølmiðlar, helst [[sjónvarp]] og [[útvarp]], geva teimum ungu í Papua Nýguinea innlit í okkara heim, men ikki tøkni ella pening, sum er treyt fyri, at tey kunnu liva sum fólkið í framkomnu [[ídnaðarlond]]unum. Vaksandi ónøgd helvur elvt til stóran samfelagsligan spenning. Fyri stuttari tíð síðan vóru fjarskotnastu økini í Papua Nýguinea fullkomiliga avbyrd frá umheimurin. Nú er nýggja tíðin komin við ferð inn í tilveru teirra.
=== Ættarbólkar ===
Linja 39:
== Búskapur ==
Nógv tilfeingi er í landinum, helst steinsløg til dømis kopar og gull. Koparnámið í [[Panguna]] í oynni [[Bougainville]] er ímillum tey størstu í heiminum. Á oynni Bougainville, har stór koparnám eru, er meiriluti fyri at loysa frá hinum partinum av landinum. Viður úr stóru [[Regnskógur|regnskógunum]] er eisini týdningarmikil útflutningur. Tað, sum ræður um her, er at vinna út tilfeingið og ikki skaða viðkvomu náttúruna. Meginparturin av jørðini hoyrir til bygdasamfeløgini, ikki til hvønn einstakan.
[[Mynd:Papua_N%C3%BD_Guinea_FO_map.png|thumbnail|right|250px|Kort yvir Papua
== Landafrøði ==
Papua Ný Guinea er beint sunnan [[Miðkring]], og tí er veðurlagið heitt og slavið. Høg fjøll eru eystur og vestur alla oynna; fjøllini eru avtakin við tøttum [[Regnskógur|regnskógi]] langt niðan í líðirnar. Í hesum mest sum ógongdu skógum er satt meingi av [[dýr]]um og vøkstrum, og mong [[dýr]] og plantur eru ikki nakra aðrastaðni í heiminum. Við strendurnar eru stórar mangrovumýrar. Í landinum er stórur skógur og nógv fjøll, og tað er ótætt bygt.
=== Landslutir ===
|