Munurin millum rættingarnar hjá "Írland (land)"

Content deleted Content added
Linja 35:
== Søga ==
 
Írland var leingi undir [[Stóra Bretland|Bretskum]] yvirvaldi. Í [[1922]] fekk syðri partur – um fýra fimtingar av oynni – sjálvstýri í [[Bretska Samveldið|Bretska Heimsveldinum]] og gjørdist óheft lýðveldi í [[1948]]; men [[Norðurírland]] varð verandi saman við [[Stóra Bretland|Bretlandi]].
 
Írski frístaturin varð settur á stovn í [[1922]], sum ein [[:en:Dominion|dominión]] (sjálvstjórnandi hjáland) í bretska [[bretskaThe Commonwealth|Commonwealth]] og fekk økt sjálvstýri ígjøgnum m.a. [[:en:Statute of Westminster 1931|the Statute of Westminister 1931]] og [[:en:Edward VIII abdication crisis|the abdication crises of 1936]]. Í [[1937]] varð ein nýggj stjórnarskipan ([[:en:Constitution of Ireland|New Constitution]]), ið lýsti landið sum fullveldisríki undir heitinum ''Ireland'' sett í gildi. Og í [[1949]] vórðu seinastu formligu bondini við [[Stóra Bretland|Sameinda Kongsríkið]] (UK) slitin tá ið Írland tók loysing og lýsti seg sum tjóðveldi.
 
Meðan landið var undir bretskum veldi og fyrstu árini sum tjóðveldi var Írland eitt av fátækastu londunum í Vestur-EuropaVesturevropa og fráflytingin úr landinum var stór. Í [[1950-árini|1950’unum]] varð protektionistiski búskapurin opaður og í [[1973]] gjørdist Írland limur í [[Europeiska Felagsmarknaðinum]] EF (nú [[ES|Europeiska Samveldið]] ES). Ein búskaparkreppa noyddi landið til at fremja nýskipanir seinast í [[1980-árini|1980’unum]], og skattur og reglur vórðu linkaði ógvusliga í mun til onnur [[ES]]-lond.
 
[[Írland|Írski]] loysingarherurin, [[IRA]], stríddist í [[1960-árini|sekstiárunum]] fyri at fáa teir seks norðastu landspartarnar uppí [[Írland]] ístaðin fyri, at teir skulu vera partar av [[Stóra Bretland]]i.
 
Seinastu 20 árini hevur Írland havt ein stóran búskaparvøkstur og landið hevur í dag tann 31’da stórsta búskapin í heiminum. Í 2009 varð landið mett at hava hægstu lívsgóðsku í heiminum. Men altjóða kreppan hevur eisini rakt Írland hart, og hevur ført arbeiðloysi og økta fráflyting við sær.
 
== Politikkur ==