Munurin millum rættingarnar hjá "Newt Gingrich"

Content deleted Content added
Stovnaði síðu við "{{Infoboks Lívssøga | navn = Newt Gingrich | mynd = Newt_Gingrich_by_Gage_Skidmore_3.jpg | mynd_stødd = 220px | mynd_heitið = Newt Gingrich ..."
(Ongin munur)

Endurskoðan frá 22. des 2011 kl. 18:47

Newton Leroy "Newt" Gingrich er amerikanskur politikari. Newt Gingrich er eitt kent andlit í amerikonskum politikki. Hann kom í Kongressina í 1978 og er valdur tíggju ferðir [1]. Hann var formaður í Umboðsmannatinginum frá 1995 til 1999. Gingrich er útbúgvin søgufrøðingur og hevur skrivað fleiri bøkur. Tey seinnu árini hevur hann arbeitt sum politiskur eygleiðari.

Newt Gingrich
Newt Gingrich
Føddur 17. juni 1943
Pennsylvania Harrisburg, Pennsylvania
USA USA
Útbúgving Søgufrøðingur
Trúgv Katolikkur

Fyrrverandi formaðurin í amerikanska Umboðsmannatinginum er nú tann fremsti av teimum republikanarunum, sum kappast um at gerast forsetavalevni hjá flokkinum í 2012. Í einari meiningakanning, sum FOX News hevur gjørt, fær Gingrich stuðul frá 23 prosentum av veljarunum [2]. Men kappingin er sera hørð, tí Mitt Romney (R), sum hevur verið hildin at hava bestu møguleikarnar, fær 22 prosent. Tað fyrsta uppstillingarvalið verður í statinum Iowa.

Teir seinastu dagarnar hevur Newt Gingrich verið fyri hørðum atfinningum. Eitt nú er hann lagdur undir at hava verið fyrrverandi konum sínum ótrúgvur, og tað hevur millum annað gjørt, at hann hevur mist nógvar veljarar í teirri høgrasinnaðu Tea Party-rørsluni. Politiskir eygleiðarar í USA siga, at Gingrich er brádliga í vanda fyri at fáa somu lagnu sum floksfelagarnir Herman Cain og Michele Bachmann, sum vóru væl umtókt, men sum hava mist tað mesta orsakað av ymsum gølum.

Gingrich hevur boðað frá, at um hann verður valdur presidentur, so fer hann at flyta amerikansku sendiharrastovuna í Ísrael til Jerúsalem. Hann hevur eisini sagt: "Minst til, eingin Palestinskur statur hevur nakrantíð verið, vit hava havt eitt uppfunnið palestinskt fólk, sum í veruleikanum eru arábarar og søguliga er partur av arábiska samfelagnum. Tey høvdu møguleikan at búsetast á nógvum øðrum støðum" [3].

Kelduávísingar

  1. http://www.biography.com/people/newt-gingrich-9311969
  2. http://abcnews.go.com/topics/news/elections/fox-news-poll.htm
  3. http://www.guardian.co.uk/world/2011/dec/10/palestinians-invented-people-newt-gingrich