Munurin millum rættingarnar hjá "Sálomonstemplið"

Content deleted Content added
Linja 11:
== Søgan hjá Sálomonstemplinum ==
 
Eitt av hinum fyrsta, sum [[Dávid|Dávid kongur]] í [[Ísrael]] gjørdi, var at hertaka [[Jerúsalem]] og gera tað til [[Høvuðsstaður|høvðusstaðin]] í sínum kongadømi (uml. [[1004 f. Kr.]]). Hann valdi [[Jerúsalem]], tí at tað var har, ið [[Ábraham]] skuldi offra [[Ísak]], og tí skuldi templið eisini verða bygt har. Í dag stendur halgidómurin hjá [[Muslimar|muslimunum]] ([[Dome of the Rock]]) á staðinum, sum Sálomonstemplið einaferð stó.
 
Templið var eitt stað til offurtænastu. Har skuldu prestarnir offra syndaoffur fyri fólkið. Í grundini var tað eitt stað, har sjálvur [[Gud]] skuldi búgva. Hetta er eisini orsøkin til at [[Dávid]] flutti sáttmálaørkina til [[Jerúsalem]]. Viðvíkjandi sáttmálaørkini hevði [[Gud]] sagt við [[Móses]]: ”Har skal eg koma á fund við teg” (2. Mós. 25,22). Ørkin var altso ímyndin av [[Gud]]s nærveru fyri alt [[Ísrael]]s fólk. Og tá ið [[Dávid|Dávid kongur]] flytur ørkina til [[Jerúsalem]], merkir hetta eisini at hann ynskir, at [[Jerúsalem]] skal verða [[Gud]]s bústaður.