Munurin millum rættingarnar hjá "Sálomonstemplið"

Content deleted Content added
Linja 13:
Eitt av hinum fyrsta, sum [[Dávid kongur]] í [[Ísrael]] gjørdi, var at hertaka [[Jerúsalem]] og gera tað til [[Høvuðsstaður|høvðusstaðin]] í sínum kongadømi (uml. [[1004 f. Kr.]]). Hann valdi [[Jerúsalem]], tí at tað var har, ið [[Ábraham]] skuldi offra [[Ísak]], og tí skuldi templið eisini verða bygt har. Í dag stendur halgidómurin hjá [[Muslimar|muslimunum]] ([[Dome of the Rock]]) á staðinum, sum Sálomonstemplið einaferð stó.
 
Templið var eitt stað til offurtænastu. Har skuldu prestarnir offra syndaoffur fyri fólkið. Í grundini var tað eitt stað, har sjálvur [[Gud]] skuldi búgva. Hetta er eisini orsøkin til at [[Dávid]] flutti sáttmálaørkina til [[Jerúsalem]]. Viðvíkjandi sáttmálaørkini hevði [[Gud]] sagt við [[Móses]]: ”Har skal eg koma á fund við teg” (2. Mós. 25,22). Ørkin var altso ímyndin av [[Gud]]s nærveru fyri alt [[Ísrael]]s fólk. Og tá ið [[Dávid|Dávid kongur]] flytur ørkina til [[Jerúsalem]], merkir hetta eisini at hann ynskir, at [[Jerúsalem]] skal verða [[Gud]]s bústaður.
 
[[Dávid|Dávid kongur]] ætlaði sær sjálvur at fara undir at byggja templið í [[Jerúsalem]], men hetta var ikki ætlanin hjá [[Gud]]i tó. Sambært [[Bíblian|Bíbliuni]] vildi [[Gud]], at sonurin hjá [[Dávid]] skuldi byggja templið. Í 1. Krýn. 28,2-6 sigur [[Dávid]]: ”Hoyrið meg, brøður mínir og fólk mítt! Eg hevði í hyggju at byggja hvíldarstað fyri sáttmálaørk Harrans og fyri fótskør Guðs várs og búðist at byggja. Men Guð segði við meg: Tú skalt ikki reisa navni mínum hús, tí at tú ert bardagamaður og hevur úthelt blóð. Men Harrin, [[Ísrael]]s Guð, útvaldi kortini meg av allari faðirætt míni til ævinliga at vera kongur yvir [[Ísrael]]; tí at Júda útvaldi hann til at vera tjóðhøvdinga og av Júda faðirætt mína, men av øllum sonum faðirs míns vildi hann, at eg skuldi verða kongur yvir øllum [[Ísrael]]. Og av øllum sonum mínum – tí at Harrin hevur givið mær nógvar synir – útvaldi hann [[Sálomon]], son mín, til at sita í kongsstóli Harrans og valda [[Ísrael]]. Og hann segði við meg: Sonur tín [[Sálomon]] er tann, sum byggja skal hús mítt...”.