Munurin millum rættingarnar hjá "Sálomonstemplið"

Content deleted Content added
SassoBot (kjak | íkøst)
s bottur leggur aftrat: simple:Solomon's Temple
Linja 15:
Templið var eitt stað til offurtænastu. Har skuldu prestarnir offra syndaoffur fyri fólkið. Í grundini var tað eitt stað, har sjálvur [[Gud]] skuldi búgva. Hetta er eisini orsøkin til at [[Dávid]] flutti sáttmálaørkina til [[Jerúsalem]]. Viðvíkjandi sáttmálaørkini hevði [[Gud]] sagt við [[Móses]]: ”Har skal eg koma á fund við teg” (2. Mós. 25,22). Ørkin var altso ímyndin av [[Gud]]s nærveru fyri alt [[Ísrael]]s fólk. Og tá ið [[Dávid kongur]] flytur ørkina til [[Jerúsalem]], merkir hetta eisini at hann ynskir, at [[Jerúsalem]] skal verða [[Gud]]s bústaður.
 
[[Dávid|Dávid kongur]] ætlaði sær sjálvur at fara undir at byggja templið í [[Jerúsalem]], men hetta var ikki ætlanin hjá [[Gud]]i tó. Sambært [[Bíblian|Bíbliuni]] vildi [[Gud]], at sonurin hjá [[Dávid]] skuldi byggja templið. Í 1. Krýn. 28,2-6 sigur [[Dávid]]: ”Hoyrið meg, brøður mínir og fólk mítt! Eg hevði í hyggju at byggja hvíldarstað fyri sáttmálaørk Harrans og fyri fótskør Guðs várs og búðist at byggja. Men Guð segði við meg: Tú skalt ikki reisa navni mínum hús, tí at tú ert bardagamaður og hevur úthelt blóð. Men Harrin, [[Ísrael]]s Guð, útvaldi kortini meg av allari faðirætt míni til ævinliga at vera kongur yvir [[Ísrael]]; tí at Júda útvaldi hann til at vera tjóðhøvdinga og av Júda faðirætt mína, men av øllum sonum faðirs míns vildi hann, at eg skuldi verða kongur yvir øllum [[Ísrael]]. Og av øllum sonum mínum – tí at Harrin hevur givið mær nógvar synir – útvaldi hann [[Sálomon]], son mín, til at sita í kongsstóli Harrans og valda [[Ísrael]]. Og hann segði við meg: Sonur tín [[Sálomon]] er tann, sum byggja skal hús mítt...”.
 
[[Dávid]] ætlaði sær altso at byggja templið, men fekk ikki lov til tað kortini. Hetta er eisini orsøkin til, at [[Dávid]] síðani handar [[Sálomon]] fyrimyndina til templið – henda fyrimyndin, sum [[Móses]] fekk 480 ár undan, tá ið [[Gud]]s segði við hann: ”Í øllum lutum skalt tú gera bæði tjaldtemplið og øll reiði tess eftir teirri fyrimynd, sum eg vil sýna tær” (2. Mós. 25,9). [[Sálomon]] varð korin til at fullføra verkið.
Linja 21:
[[Sálomon]] brúkti hini 4 fyrstu árini sum kongur til at leggja ymiskt aftrat fyrireikingunum, sum pápi hansara hevði gjørt til templið. Eisini brúkti hann hesa tíðina til at útvega hundrað túsund talentir av gulli og eina millión talentir av silvuri og so nógv av kopari og jarni, at tað ikki kundi vigast, eisini bjálkar og steinar fekk hann til vegar (1. Krýn 22,14). Nú var klárt at fara í gongd og tók tað honum 7 ár at byggja templið liðugt út í odd og egg. Men syrgiligt nokk kom Sálomonstemplið ikki at standa longri enn 430 ár.
 
Í [[587 f. Kr.]] oyðilegði [[Nebukadnesar kongur]] templið í [[Jerúsalem]] og førdi [[Ísrael]]s fólk í útlegd í [[Babylon]] inntil uml. [[530 f. Kr.]] Síðani varð eitt annað tempul bygt uppaftur av [[Zerubbabel]], men hetta templið var als ikki líka flott sum Sálomonstemplið. Templið hjá [[Zerubbabel]] fekk ein enda, tá ið [[Herodianska templið]] varð bygt í tess stað í árunum [[30 e. Kr.|30]]-[[64 e. Kr.]] Tað kom tó ikki til at standa so leingi. Í ár 70 varð [[Herodianska templið]] brent niður, tá ið [[Titus]] hersetti [[Jerúsalem]].
 
== Innrætting og tilfar ==