Munurin millum rættingarnar hjá "Butan"

Content deleted Content added
s r2.7.1) (bottur broytur: se:Bhutan
Linja 76:
Í [[1998]] vitjaðu 500.000 ferðafólk grannalandið [[Nepal]]. Butan loyvdi ikki meira enn 6.000 ferðafólkum inn í landið. Hvør einstakur ferðamaður fekk strong boð um, hvussu hann skuldi fyrihalda seg. Millum annað varð forboðið teimum at geva børnum góðgæti ella annað, tí tey skuldu ikki verða lærd at bidda.
 
Men fangarmarnir hjá altjóða [[Kapitalisma|kapitalismuni]] røkka langt. Líka til Butan, har parabolantennur vaksa sum hundaland. Ávirkanin frá [[Vesturheimurin|Vesturheiminum]] sæst longu væl. [[Kurvabóltur]] er vorðin [[Ítróttur|tjóðarítrótt]] í staðin fyri [[bogaskjóting]]. [[Boogie Woogie]], eitt sjónvarpsshow, sum [[Golcate]] stuðlar fíggjarliga, kappast við panoramaútsýnið til [[Himaleia]]. [[Teldupostur]] er komin í staðin fyri brævskriving, hóast tann elsta av teimum fýra konunum hjá kongi bjóðaði fólki at senda brøv ókeypis í 10 dagar fyri at forða hesari gongd. Børn, sum fara pílagrímsferð til kleystur at biðja, eru ílatin [[Spice Girls]] t-skjúrtur. Í høvuðsstaðnum [[Thimphu]] selja 25 privatar sølubúðir sjónbond. Sjálvt Butan, tað seinasta [[Shangri-La]], er fallið. Landið loyvir [[vesturlendskari]] ávirkan, tí tað er ikki ført fyri at halda ímóti freistingunum og kann ikki halda fram við avbyrgingarpolitikkinum.
 
Støðan reisir nógvar spurningar. Hvussu long tíð gongur, til altjóðagerðin og tær frælsu marknaðarkreftirnar hava víggirt seg so væl, at tað vendist ikki aftur? Verður Butan ført fyri at finna eina millumleið? Fara mammon og [[MTV]]-mentanin skjótt at yvirtaka tann fagnað, [[Budda]] hevur átt? Hvussu leingi aftrat kunna kongur og hansara fýra konur stýra [[Búskapur|búskapinum]] og átaka sær ábyrgdina av vælferðini hjá borgarunum?
 
Neyvan leingi, skula vit meta eftir gongdini aðrastaðni. Men so leingi tað varar hevur butanski staturin tað størsta fíggjarliga valdið, til dømis er tað mesta av ídnaðinum statsogn, og staturin røkir fólksins vælferð. Tað sama var galdandi í [[USA]] og [[Evropa]] stóran part av farnu øld, til lat-standa-til-[[Kapitalisma|kapitalisman]] tók seg fram í [[1970-árini|1970-unum]] og [[1980-árini|80-unum]]. Áðrenn myndugleikarnir løgdu saman ástir við fría marknaðin.
 
== Landafrøði ==