Munurin millum rættingarnar hjá "Nólsoyar Páll"

Content deleted Content added
sNo edit summary
No edit summary
Linja 1:
[[Mynd:Nólsoyar Páll 50kr.png|thumb|right|250px|Nólsoyar Páll á 50 kr seðli.]]
[[Mynd:Royndin Frida.vágur.jpg|thumb|right|250px|Minnisvarði til minnis um at Nólsoyar Páll og aðrir bygdu Royndina Fríðu.]]
'''Nólsoyar Páll''' (upprunaliga '''Poul Poulsen Nolsøe''') ([[doyptur 11. oktober]] [[1766]] í [[Nólsoy]] - [[1809]]) er ein tjóðarhetja í [[Føroyar|Føroyum]]. Páll var sjómaður, [[rithøvundur]], bóndi og bátasmiður. Í [[1804]] bygdi hann [[Royndin Fríða|Royndina Fríðu]] á [[Fløtan Fríða|Fløtuni Fríðu]] í [[Vágur|Vági]]. Veturin 1808-1809 gekk hann burtur við skipinum á veg heim til [[Føroyar]].
 
Nólsoyar Páll var borin í heim í [[Nólsoy]] í árinum [[1766]]. Hann var ein næmur drongur, ið fegin vildi læra, men skúlaamboð vóru eingi, og tí sat hann og lærdi seg at skriva við einum pípuleggi, og øskan á grúgvuni var fyrsta skrivibók hansara. Seinni keyptu pápin honum talvu og griffil, verður sagt. Úti í [[Nólsoy]] var nógv at síggja og hoyra hjá einum røskum smádreingi. Hinumegin fjørðin sá hann [[Tórshavn|Havnina]], og úti í fjørðinum komu handilsskipini fyri fullum seglum inn úr [[hav]]inum. Stundum komu stór orlogsfør við øgiligum kanónum og flagginum uppi stevnandi uttan av havi. Og har hevur óivað hin lítli Páll droymt sínar fyrstu dreymar um at koma langt út í stóru verð. Men so mikið visti hann, at skuldi hann fara burtur og gerast ein rættur maður, so mátti lærdómur til. Tað næsta, vit tí frætta um Páll, er, at hann er farin at ganga í skúla. Í [[Nólsoy]] var eingin skúli. Hann var tí farin til [[Havn]]ar, og tað var hjá sjálvum fútanum, at hann hevði byrjað sína skúlagongd. Tað var eitt aftrat, sum Páll visti, at skuldi hann nakrantíð hava vón um at gerast ymirmaður á skipi, so noyddist hann at læra seg siglingarfrøði. Eitt sindur av hesum lærdi hann hjá manninum, ið førdi handilsbøkurnar í [[Tinganes]]i.