Munurin millum rættingarnar hjá "Osama bin Laden"

Content deleted Content added
Linja 14:
Tá ið bin Laden var skotin, tóku [[USA|amerikansku]] ser­deild­ir­nar líkið av honum. Eftir hvat amerikanskar keldur siga, so bjóðaðu ameri­kan­ar­ar [[Saudi-Arabia]] líkið. Tað vildi [[Saudi-Arabia]] ikki hava, og tí er bin Laden griv­in til havs. Vesturlendskir stjórn­ar­leið­arar eru fegnir um hend­ing­ina, meðan ein tals­maður fyri [[Al-Qaeda]] sig­ur, at hetta onga ávirkan hev­ur á teirra virksemi. [[Al-Qaeda]] fer at halda fram við sín­um virksemi, segði tals­mað­ur­in.
 
=== Frøi í USA ===
[[Mynd:Obama_and_Biden_await_updates_on_bin_Laden.jpg|thumb|right|250px|[[Barack Obama]] segði í røðuni, at ætlanin var at handtaka bin Laden. Hann vildi tó ikki geva seg yvir, og skotið varð við skørpum. Tí varð neyðugt hjá [[USA|amerikonsku]] hermonnunum at drepa [[Al-Qaeda]] leiðaran.]] So skjótt tað frættist, at [[USA|amerikanskir]] hermenn høvdu gjørt av við Osama bin Laden, savnaðust fólk uttan fyri Hvítu Húsini í [[Washington DC]] <ref>http://washingtonexaminer.com/local/2011/05/crowds-rejoice-white-house-after-news-bin-ladens-death</ref> og á [[Times Square]] í [[New York City]] <ref>http://www.nj.com/news/index.ssf/2011/05/hundreds_gather_at_ground_zero.html</ref>. Fólk gingu við [[Flagg Sambandsríkið Amerika|amerikanska flagginum]] og stórum skeltum og sungu [[The Star-Spangled Banner|tjóðsangin]].
 
Fleiri ríkis- og stjórnarleiðarar fegnast eisini um, at bin Laden er deyður. Fyrrverandi amerikanski [[Forseti Sambandsríki Amerika|forsetin]] [[George W. Bush]] ([[Republikanski Flokkurin|R]]) sigur, at tað, sum er hent í [[Pakistan]], er ein stórur sigur fyri [[USA]] <ref>http://www.foxnews.com/us/2011/05/02/president-george-w-bush-congratulates-obama-bin-laden-killing/</ref>. [[Ísrael]]ski forsætisráðharrin, [[Benjamin Netanyahu]], sigur, at deyði bin Ladens hevur stóran týdning fyri trygdina í heiminum. [[Stóra Bretland|Bretski]] forsætisráðharrin, [[David Cameron]], sigur, at tað er ein stórur lætti fyri heimin, at Osama bin Laden er deyður. [[Danmark|Danski]] uttanríkisráðharrin, [[Lene Espersen]], sigur, at at tað hevur stóran týdning fyri bardagan ímóti yvirgangi, at leiðarin í [[Al-Qaeda]] er deyður, men hon leggur tó afturat, at bardagin heldur fram.
 
=== Harðskapi ===