Lat upp høvuðsmeny

Broytingar

325 bytes tikin burtur ,  7 ár síðan
ongin frágreiðing um rættingina
[[Nashyrningur|Nasahornið]], [[fílur]]in og [[áarhestur]]in halda til á vátlendum nærhendis áunum. Inni á fløtunum ganga t.d. [[búflar]], [[Sebra|sebrur]], [[Giraffur|giraffar]] og [[antilopur]], hesi dýrini eru beinlong og góðir rennarar, sum í turrtíðini fara um víðar fløtur at fáa sær drekka og mat. [[Rovdýr]]ini tróta heldur ikki, har eru [[Leopardur|leopardar]], [[hýenir]], [[Sjakalur|sjakalar]] og [[leyvur]].
 
Stórdýrini í Simbabvi eru nógv fækkað hesa seinastu øldina, tí dúgliga hevur verið veitt, serliga hava ríkmenn úr [[Evropa]] farið stuttleikaferður suður á savannuna í Simbabvi við byrsu. Nú hava menn roynt at friða summi [[dýr]]asløg undan týning og eisini friðað stórar víddar fyri alla skjóting. Á savannuni í Suðursimbabvi eru eisini nógvir sjáldsamir [[Fuglur|fuglar]]. Har gongur eisini hin hábeinti strutsurin sum menn vóru so grammir eftir, tá ið tað var móti at ganga við strutsafjøður í hattinum. Har eru eisini gribbar, [[ørn]]ir, storkar, flamingoar og eitt ótal av sangfuglum. [[Krokodillur]]nar liva í áunum, og eiturflugurnar í vátlendinum og deyðagrasinum. Eiturflugurnar smitta fólk við t.d. [[Malaria|malariu]] og sovisjúkuni og [[dýr]]ini við dýrasótt.
 
== Søga ==
Dulnevndur brúkari