Munurin millum rættingarnar hjá "Montenegro"

Content deleted Content added
Jogvanj (kjak | íkøst)
No edit summary
(Ongin munur)

Endurskoðan frá 3. jul 2006 kl. 00:24

Република Црна Гора
Republika Crna Gora
Tjóðveldið Montenegro
Flagg Montenegro
(Flagg Montenegro)
Skjaldarmerki Montenegro
(Skjaldarmerki Montenegro)
Tjóðarslagorð: Onki
Tjóðsangur: Oj, svijetla majska zoro
Alment mál finskt, serbiskt
Høvuðsstaður Podgorica
Forseti Filip Vujanović
Forsætisráðharri Milo Đukanović
Fullveldi 3. juni 2006
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
14.026 km²
0,015
Íbúgvar
 - tilsamans 2004
 - tættleiki
 
630.548
44.9/km²
Gjaldoyra Evro
Tíðarøki UTC +1
Økisnavn á alnetinum .yu
Telefonkota +381

Tjóðveldið Montenegro (Serbiskt: Црна Гора / Crna Gora, pronounced /'tsr̩naː 'gɔra/) er land í landsynningsevropa. Tað hevur strond við Adriahav fyri sunnan og mark við Kroatia fyri vestan, Bosnia og Herzogovina í útnyrðingi, Serbia í útnyrðingi (herundir eisini ST-umsitna landspartin Kosovo og Albania í landsynningi. Høvuðstaðurin er Podgorica.

Sjálvstøðugt frá Seinmiðseinmiðøld til 1918, men landið var seinri partur av Jugoslavia í ymiskum holdum og ríkissamveldinum Serbia og Montenegro. Grundað á úrslitini frá fólkaatkvøðu 21. mai 2006 kunngjørdi Montenegro sjálvstøðu sína 3. juni 2006. Montenegro varð viðurkent sum sjálvstøðug tjóð av Serbia 15. juni og 28. juni. Tað gjørdist 192. limaland Sameindu tjóða.


Navn

Navn Montenegro á egnum máli, Crna Gora, merkir beinleiðis "svart fjall", sum sipar til dimmu skógirnar ið einaferð klæddu líðirnar í Dinarisku alpunum sæddar frá sjóvarmálanum.[1] Landsins navn á flestu vesturevropisku málum endurspeglar venetiskm týðingina av navninum monte negro, ið eisini merkir "svart fjall". Onnur mál, serliga nærmastu grannamálini, nýta sína egnu beinleiðis týðing av hugtakinum. T.d. albanskt: Mali i Zi, bulgarskt: Черна гора (ið merkir "Svartur skógur", har ið orðið "гора" er farið at merkja "skógur" heldur enn "fjall" í nútíðarbulgarskum); romanskt: Muntenegru, grikskt: Μαυροβούνιο og turkiskt: Karadağ; "svørt fjøll", nakað fjarari eisini russiskt: Черногория og kinverskt: 黑山 (pinyin: "hēishān"[2]). Somuleiðis hevur skotið verið upp at nevna landið Svartafjall á føroyskum.


Søga

Fyrsta ríkið at viðurkenna Montenegro var Ísland 8. juni 2006, síðan fylgdu Sveis og Estland[3] 9. juni og Russland 11. juni. Viðurkenningar frá Kroatia, Bosnia og Herzogovina og Slovenia vóru skjótar. Evropasamveldið og USA viðurkendu Montenegro 12. juni eins og ymisk limalond í ES og onnur evropisk lond [herundir Bulgaria [4]). Sameinda kongsríkið gav formliga viðurkenning 13. juni, Kina og Frakland 14. juni soleiðis, at allir fimm limirnir í ST-trygdarráðnum viðurkenna stjórn Montenegro. Serbia, hin fyrrverandi parturin í ríkissamveldinum, viðurkendi Montenegro 15. juni. OSCE gjørdi av at góðtaka Montenegro sum 56. lim sín 21. juni, og landið tók við sæti sínum í Fasta Ráðnum 22. juni. Sameindu tjóðir gjørdu við atkvøðu í Trygdarráðnum at bjóða fullan limaskap í felagskapinum sum hitt nýggja sjálvstøðuga Tjóðveldi Montenegro 22. juni 2006. Montenegro varð váttað sum limur 28.juni

Politikkur

Mentan

Landfrøði

Búskapur

Keldur

  1. Geography
  2. henda bókstavliga týðingin verður nýtt á kinverska meginlandinum og Hong Kong; Taiwanskt Mandarin nýtir 蒙特內哥羅 "méngtènèigēluó", ið er fonetiskt avrit av "Montenegro"
  3. Estland viðurkendi sjálvstøðu Montenegro http://www.vm.ee/eng/kat_138/7588.html
  4. http://www.mfa.government.bg/index.php?item_id=15869
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

Útvortis ávísing

Formligar heimasíður