Munurin millum rættingarnar hjá "Jens Pauli Heinesen"

Content deleted Content added
No edit summary
No edit summary
Linja 1:
'''Jens Pauli Heinesen''' f. [[12. november]] [[1932]] í [[Tórshavn]], deyður [[19. juli]] [[2011]] í Tórshavn var [[Føroyar|føroyskur]]føroyskur rithøvundur. Jens Pauli Heinesen vaks upp í [[Sandavágur|Sandavági]]. Hann er læraralærdur, men gavst at arbeiða sum lærari í [[1970]]. Síðan starvaðist hann sum høvundur burturav. Jens Pauli var ein av okkara virknasta rithøvundum og hevur m.a. skrivað mong stuttsøgusøvn, skaldsøgur og sjónleikir. Sum høvundur fevndi hann víða og lýsti m.a. bygdasamfelagið og býin, listamannin og samfelagið, barnið og tess heim og kærleikans torgongdu leiðir. Hann fekk fleiri virðislønir fyri sín skaldskap, fýra ferðir hevur hann fingið Bókmentavirðisløn [[Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens|M.A. Jacobsens]] fyri fagrarbókmentir og í 1999 fekk hann [[Mentanarvirðisløn Landsins]]. Jens Pauli var formaður fyri Rithøvundafelag Føroya 1968 - 1975. Hann giftist 11. august 1956 við [[Maud Heinesen|Maud Brimheim]] úr [[Klaksvík]], saman fingu tey tvær døtrar: [[Elin Brimheim Heinesen|Elin]] og Marionnu. Elin Heinesen er m.a. er kend frá tónleikalívinum og frá tíðini, tá hon var stjóri á [[SamVit]] (Ferðaráðið).
 
== Útgivið ==